7131.14 - Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7131.14
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðingar
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi nema sær grundleggjandi vitan um ávikavist námsfrøðiliga sálarfrøði og barna- og ungdómsmentan. Hesi bæði fakøkini skulu síggjast bæði sum sjálvstøðugur partar, men eisini sum ein tvørfaklig eind, sum kann lýsast útfrá ymiskum sjónarhornum, eitt nú sálarfrøði, samfelagsfrøði, fólkalívsfrøði og mentanarfrøði. Tey lesandi fara at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindum, ið eru serliga viðkomandi fyri námsfrøðingar, ið arbeiða í vøggustovu, barnagarði og øðrum viðkomandi stovnum/námsfrøðiligum frítíðartilboðum fyri børn og ung. Holl vitan um hvat eyðkennir barnsins natúrligu menning, og hvussu ein kann stimbra barnið í síni heild, skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal leggja til rættis, fremja í verki, eftirmeta og skjalfesta námsfrøðiligt arbeiði. Eisini fara tey lesandi at hugsavna seg um: ymiskar fatanir av børnum og barndómi og hugburðurin til børn og hvussu barndómurin eru broyttur gjøgnum tíðina, barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum, barnsins- og ungdómsins egnu sjónarhorn, barna-og ungdómsgransking, og hvussu lívið hjá ungdóminum verður ávirkað av samfelagsligum og mentanarligum rákum.
Innihald
• Námsfrøðilig sálarfrøði sum fakøki og vísindi • Menning sum hugtak og fyribrigdi • Kognitión og læring • Viðurkennandi relatiónir – sjálvsmenning og persónsmenskumenning • Dagstovna-øki/børn sum serligur menningarkontekstur/diskursur • Barndómur í søguligum, sosiologiskum og námsfrøðiligum ljósi • Hugtakið barnamentan • Børn og spæl • Spæl og læring og menning • Sjónarmiðini hjá børnum og ungum • Hugtakið ungdómur • Lívsstílur hjá ungdómi • Miðlar, mentan og frítíð hjá børnum og ungum • Almennar fyriskipanir fyri børn og ung
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, arbeiðsbólkar, portfolio, einstaklinga- og bólkaframløgur. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • Seta orð á, hvat eyðkennir námsfrøðiliga sálarfrøði sum vísindagrein, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í námsfrøðiligum arbeiði • Geva eina breiða lýsing av, hvussu hugtøkini sosialisering, dannilsi og uppaling verða allýst og avmarkað • At greiða frá teim ymisku fatanum av børnum og barndómi. • Lýsa og meta um hugtakið barnamentan, og hugtøk sum eru knýtt at barnsins egnu mentan. • Lýsa og meta um mentanir hjá børnum og ungum í dag. • Lýsa og meta um nakrar almennar fyriskipanir fyri børn og ung, sum eru galdandi í føroyska samfelagnum. Og duga at meta um, hvønn leiklut námsfrøðingar hava í hesum høpi. • Brúka sína vitan um børn og ungdóm í samfelagsligum ljósi til at skilja mentanir og verumátan hjá børnum og ungdómi betri – og harvið til at skapa eitt betri samskifti við børn og ung á dagsstovnum og øðrum námsfrøðiligum stovnum.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin sum er tvíbýtt, verður skipað sum ein portfoliopróvtøka við støði í refleksiónsviðgerðum: 1) Eina ferð um vikuna skulu tey lesandi í bólki á fýra, við støði í kjaki og refleksión, skrivliga viðgera tey evni, sum hava verið á skránni í vikuni. Skrivligu refleksiónsviðgerðirnar skulu eina ferð um vikuna leggjast út í portfolioskjáttuna á First Class. 2) Skeiðið endar við munnligari bólkaframløgu, har hvør bólkur, við støði í tveimum útvaldum evnum frá refleksiónsviðgerðunum, gera eina framløguskrá, sum er grundarlag undir munnligu próvtøkuni. Harumframt skulu tey lesandi undir próvtøkuni rokna við at skulu svara spurningum, sum snúgva seg um onnur týðandi hugtøk og evni, sum tey hava verið ígjøgnum í skeiðnum. Nærri kunning um portfolio sum lærutilgongd og refleksiónsviðgerð í øðrum skjali. Tey, ið ikki standa próvtøkuna, verða kunnaði um, nær møguleiki verður at fara til endurpróvtøku. Hetta er bæði galdandi fyri eftirmetingarhátt 1 og 2. Hóast próvtøkan fer fram í bólki, verður sjálv próvdømingin individuel.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Súsanna Olsen