7131.15 - Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7131.15
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðingar
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi nema sær grundleggjandi vitan um ávikavist námsfrøðiliga sálarfrøði og barna- og ungdómsmentan. Hesi bæði fakøkini skulu síggjast bæði sum sjálvstøðugur partar, men eisini sum ein tvørfaklig eind, sum kann lýsast útfrá ymiskum sjónarhornum, eitt nú sálarfrøði, samfelagsfrøði, fólkalívsfrøði og mentanarfrøði. Tey lesandi fara at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindum, ið eru serliga viðkomandi fyri námsfrøðingar, ið arbeiða í vøggustovu, barnagarði og øðrum viðkomandi stovnum/námsfrøðiligum frítíðartilboðum fyri børn og ung. Holl vitan um hvat eyðkennir barnsins natúrligu menning, og hvussu ein kann stimbra barnið í síni heild, skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal leggja til rættis, fremja í verki, eftirmeta og skjalfesta námsfrøðiligt arbeiði. Eisini fara tey lesandi at hugsavna seg um: ymiskar fatanir av børnum og barndómi og hugburðurin til børn og hvussu barndómurin eru broyttur gjøgnum tíðina, barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum, barnsins- og ungdómsins egnu sjónarhorn, barna-og ungdómsgransking, og hvussu lívið hjá ungdóminum verður ávirkað av samfelagsligum og mentanarligum rákum.
Innihald
• Námsfrøðilig sálarfrøði sum fakøki og vísindi • Læring og menning sum hugtak og fyribrigdi • Viðurkennandi relatiónir – sjálvsmenning og persónsmenskumenning • Dagstovna-øki/børn sum serligur menningarkontekstur/diskursur • Barndómur í søguligum, sosiologiskum og námsfrøðiligum ljósi • Hugtakið barnamentan • Børn og spæl • Spæl og læring og menning • Sjónarmiðini hjá børnum og ungum • Hugtakið ungdómur • Lívsstílur hjá ungdómi • Miðlar, mentan og frítíð hjá børnum og ungum • Almennar fyriskipanir fyri børn og ung
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, arbeiðsbólkar, loggbók, einstaklinga- og bólkaframløgur. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • Seta orð á, hvat eyðkennir námsfrøðiliga sálarfrøði sum vísindagrein, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru í námsfrøðiligum arbeiði. • Geva eina breiða lýsing av, hvussu hugtøkini sosialisering, læring og menning verða allýst og avmarkað. • Greina, samanbera og kritiskt viðgera etiskar tvístøður, sum natúrliga hoyrir til arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum. • At greiða frá teim ymisku fatanum av børnum og barndómi, megna at lýsa og meta um hugtakið barnamentan og hugtøk, sum eru knýtt at barnsins egnu mentan við atlit til at skilja mentanir hjá børnum og ungum í dag. • Lýsa og meta um nakrar almennar fyriskipanir fyri børn og ung, sum eru galdandi í føroyska samfelagnum. Og duga at meta um, hvønn leiklut námsfrøðingar hava í hesum høpi. • Brúka sína vitan um børn og ungdóm í samfelagsligum ljósi til at skilja mentanir og verumátan hjá børnum og ungdómi betri – og harvið til at skapa eitt betri samskifti við børn og ung á dagsstovnum og øðrum námsfrøðiligum stovnum.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin verður skipað sum ein 48 tímar einstaklingauppgáva. Tey, ið ikki standa próvtøkuna, verða kunnaði um, nær møguleiki verður at fara til endurpróvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan