7145.17 - Námsfrøði og frálærufrøði - ástøðiligur partur I
Skeiðsnummar
7145.17
Heiti
Námsfrøði og frálærufrøði - ástøðiligur partur I
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tann lesandi fær eina grundleggjandi vitan um og innlit í námsfrøðina sum fakøkið, har undirvíst verður í lógarkarmum á námsfrøðiliga økinum. At tann lesandi lærir at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðinum á stovnum og til virksemi, sum hevur við børn og ung at gera.
Innihald
Í námsfrøði fer undirvísingin at viðgera námsfrøðilig evni út frá námsfrøðiligum, hugmyndasøguligum (idehistorisk) og etiskum sjónarhornum. Undirevnini eru:
• Søgan um ta námsfrøðiligu gongdina í Føroyum, herundir søgugongdin, lógarkarmar v.m.
• Yvirskipað presentatión av normal- og serøkið.
• Institutionalisering og professionalitetur.
• Námsfrøði á dagstovnum og stovnar fyri ung.
• Námsfrøðiligar relatiónir við fokus á sambandið millum barn/ung og starvsfólk og millum starvsfólk.
• Barna- og ungdómsmentan.
• Etikkur í námsfrøði.
• Sosialir felagsskapir og týdning teirra fyri menniskju.
• At vera barn og ungur í Føroyum.
• Samstarv við avvarandi.
• Tvørprofessionelt samstarv.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, arbeiða við cases, kjaki, bólkaarbeiði og sjálvstøðugar uppgávur, praktiskar uppgávur.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at:
• Viðgera námsfrøði yvirskipa sum fakøki. Herundir serliga dagstovnaøkið og ungdómsfrítíðarøki.
• Nýta námsfrøðiligar tekstir sum hugkveikjan til námsfrøðiliga arbeiði.
• Fyrihalda seg greinandi og kritiskt til námsfrøðiligu søguna, lógir og reglugerðir, sum eru galdandi í Føroyum.
• Greiða frá og greina áskoðanir um børn, barndóm, ungdóm og dagstovnar í ymiskum søguligum tíðarskeiðum og hvussu hesi hava allýst (definerað) innihaldið á dagstovnum.
• Meta um og greiða frá hvat eyðkennir eitt gott samstarv við børn, foreldur og starvsfelagar
• Greina, samanbera og kritiskt viðgera etiskar tvístøður, sum kunnu vera á námsfrøðiliga fakøkið.
• Samantvinna og meta um hvussu ymisk ástøði kann nýtast í námsfrøðiliga praksis.
• Meta um týdningin av etikki í námsfrøðiliga arbeiðinum.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina synopsu við munnligari framløgu. Møguleiki er at skriva einsæris ella í bólki við í mesta lagi 3 lesandi.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Grundbók:
Mikkelsen, J.H.(Ritstj.) (2014): Social indsigt for pædagoger. Frydenlund, Frederiksberg C.
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.