7201.12 - Serøkið I - Ástøðiligur partur


Skeiðsnummar
7201.12
Heiti
Serøkið I - Ástøðiligur partur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindabreytini, og at tann lesandi hevur staðið fyrsta árið á læraraútbúgvingini
Endamál
Í hesum skeiði fara tey lesandi at nema sær kunnleika um sernámsfrøðilig ástøði og sernámsfrøðiliga granskingarøkið, har týðandi og nútímans ástøði, hugtøk og háttaløg verða viðgjørd. Tey lesandi fara at knýta bókliga vitan saman við ítøkiligum sernámsfrøðiligum arbeiðsuppgávum og arbeiðshættum
Innihald
Evni, ið verða viðgjørd eru: • Søguligt baksýni – sernámsfrøði sum hugtak • Diagnosa – fyrimunir og vansar • Lógarverk og grundleggjandi rættindi • Inklusjón sum hugtak • Leikluturin hjá námsfrøðinginum • Sernámsfrøðilig amboð og háttaløg
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmetingar. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi : • Duga at greiða frá, hvat eyðkennir sernámsfrøði sum vísindagrein. • Vera før fyri at meta um, hvat sermerkir tey háttaløg, ið verða nýtt í sernámsfrøðiligum arbeiði. • Duga at vísa á, hvussu ymiskt børn, ung og vaksin, ið hava sernámsfrøðiligan tørv, búnast, mennast og læra. • Duga at meta um, hvussu samfelagsligir karmar og politiskar avgerðir ávirka lívsrúm, lívsmøguleikar og lívsgóðsku hjá menniskjum, ið hava serligar avbjóðingar. • Vera tilvitað um, hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá einstaka námsfrøðinginum ávirka menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá teimum menniskjum, ið námsfrøðingurin varar av. • Duga at greiða frá og kjakast um inklusjónshugburðin og tær tilgongdir og arbeiðshættir, ið eru knýtt at inklusjónshugtakinum.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu skriva eina uppgávu. Uppgávan skal hava støði í sernámsfrøðiligum ástøði og tí sernámsfrøðiliga granskingarøkinum. Nærri kunning er í serstøkum skjali. Uppgávan verður skrivað einsæris, og hon skal ikki verjast munnliga.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð