7201.13 - Serøkið I - ástøðiligur partur


Skeiðsnummar
7201.13
Heiti
Serøkið I - ástøðiligur partur
ECTS
15
Endamál
Í hesum skeiði fara tey lesandi at nema sær kunnleika um sernámsfrøðilig ástøði og sernámsfrøðiliga granskingarøkið, har týðandi og nútímans ástøði, hugtøk og háttaløg verða viðgjørd. Tey lesandi fara at knýta bókliga vitan saman við ítøkiligum sernámsfrøðiligum arbeiðsuppgávum og arbeiðshættum
Innihald
Evni ið verða viðgjørd eru: • Søguligt baksýni – Sernámsfrøði sum hugtak • Lógarverk og grundleggjandi rættindi • Diagnosa – fyrimunir og vansar • Inklusjón sum hugtak og stevnumið • Leikluturin hjá námsfrøðinginum • Sernámsfrøðilig amboð og háttaløg
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá, hvat eyðkennir sernámsfrøði sum vísindagrein. • greiða frá inklusjónshugburðinum og teimum tilgongdum og arbeiðshættum, ið eru knýtt at inklusjónshugtakinum. • meta um, hvussu ymiskt børn, ung og vaksin, ið tey eru um, búnast, mennast og læra. • viðgera, hvussu samfelagsligir karmar og politiskar avgerðir kunnu ávirka lívsrúm, lívsmøguleikar og lívsgóðsku hjá menniskjum, ið hava serligar avbjóðingar. • meta um, hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá einstaka námsfrøðinginum kunnu ávirka menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá teimum menniskjum, ið námsfrøðingurin varar av.
Próvtøkuháttur
48-tíma skrivlig uppgáva. Nærri kunning er í serstøkum skjali. Uppgávan verður skrivað einsæris. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: • Hvussu tey lesandi megna at nýta og viðgera viðkomandi sernámsfrøðilig ástøði, hugtøk og fyribrigdi í mun til evnið. • Hvussu tað hepnast teimum lesandi at skriva ein samanhangandi tekst. • Um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð