7201.17 - Serøkið I – ástøðiligur partur
Skeiðsnummar
7201.17
Heiti
Serøkið I – ástøðiligur partur
ECTS
10
Fortreytir
at tann lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Á skeiðinum fer tann lesandi at nema sær kunnleika um sernámsfrøðiliga ástøði og sernámsfrøðiliga granskingarøkið, har týðandi og nútíðar ástøði, hugtøk og háttaløg verða viðgjørd. Tann lesandi fær innlit í sernámsfrøðiliga økið og hvørjar arbeiðsuppgávur námsfrøðingurin skal útinna.
Innihald
Evnir, ið vera viðgjørd:
• Søguligt baksýni – Sernámsfrøði sum hugtak
• Lógarverk og grundleggjandi rættindi
• Normalitet og frávik
• Diagnosur
• Inklusión sum hugtak og stevnumið
• Sernámsfrøðilig amboð háttaløg
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi duga at
• greiða frá hvat eyðkennir sernámsfrøði sum vísindagrein
• greiða frá inklusión sum hugtak og teimum tilgongdum og arbeiðshættum, sum eru knýtt at inklusiónshugtakinum.
• meta um hvussu menniskju við serligum avbjóðingum læra og mennast.
• meta um hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá einstaka námsfrøðinginum kunnu ávirka lívs-, menningar- og trivnaðarmøguleikar hjá menniskjum við serligar avbjóðingar.
• meta um hvønn týdning makt og etikkur hevur í arbeiðinum við útsett og viðkvæm menniskju.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva próvtøkuuppgávu saman í bólkum á 2-3 lesandi. Nærri kunning í serstøkum skjali.
Tá mett verður um uppgávuna, verður hugt at:
• hvussu tey lesandi megna at svara spurningunum, sum eru knýttir at pensum.
• hvussu tey lesandi megna at velja relevant hugtøk úr tekstum í mun til settar spurningar.
• hvussu tey lesandi megna at brúka akademiska argumentatión.
• um málburður og tekstur er samanhangandi, greiður og hevur skilligan setningsbygna og rætta stavseting.
• um tann lesandi nýtir APA tilvísingarskipanina á rættan hátt at vísa á keldur.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Ivonna Anna Sigga Johansen