7202.16 - Serøkið II - verkligur partur


Skeiðsnummar
7202.16
Heiti
Serøkið II - verkligur partur
ECTS
15
Fortreytir
Serøki I
Endamál
Í hesum skeiði fara tey lesandi at nema sær kunnleika um tað sernámsfrøðiliga arbeiðsøkið. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu megna at knýta ástøði við praksis.
Innihald
Sernámsfrøðilig amboð og arbeiðshættir. Etikkur. Leikluturin hjá námsfrøðinginum. Strukturar á dag- og døgnstovnum innan sernámsfrøðiliga øki.
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra og eftirmeting
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at • knýta viðkomandi ástøði við tann verkliga partin á einum stovni. • fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til tær lógir, kunngerðir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað sernámsfrøðiliga økið. • greiða frá, og taka atlit til menningarstøðið og fortreytirnar hjá teimum menniskjum, hann varir av. • virka, samstarva og samskifta við starvsfelagar og teimum menniskju hann varir av, við ætliti til at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu. Uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan verður skrivað í bólki, ella einsæris, og hon skal verjast munnliga. Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt at: • Hvussu tey lesandi megna at nýta og viðgerða viðkomandi sernámsfrøðilig ástøði, hugtøk og fyribrigdi, tá ið tey svara spurdóminum. • Hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman • Um tey lesandi megna at skriva ein samanhangandi tekst • Um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting • Um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Súsanna Holm