7202.18 - Serøkið II - verkligur partur


Skeiðsnummar
7202.18
Heiti
Serøkið II - verkligur partur
ECTS
15
Fortreytir
at tann lesandi hevur staðið Serøkið I
Endamál
Á hesum skeiðið fara tey lesandi at nema sær kunnleika um tað sernámsfrøðiliga arbeiðsøki. Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu megna at knýta ástøði við praksis
Innihald
• Granskingartilgongdir til starvslæruøkið hjá tí lesandi. • Fyrireiking til starvslæruna. • Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverkið – námsætlanir. • Arbeiðstilgongdir. • At megna at virka í praksis við støði í tí einkulta menniskjanum. • Eftirmeting
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestur, granskingartilgongdir, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, logbók, vegleiðing, eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • knýta viðkomandi ástøði við tann verkliga partin á einum serstovni. • fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til tær lógir, kunngerðir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað sernámsfrøðiliga øki. • greiða frá og taka atlit til menningarstøðið og fortreytir hjá teimum menniskju hon/hann varir av. • virka, samstarva og samskifta við starvsfelagar og teimum menniskjum hon/hann varir av, við atliti til at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið, skulu tey lesandi skriva eina synopsis ið skal verjast munnligt. Uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan verður skrivað í bólki á í mesta lagi 2-3 lesandi. Kunnað verður neyvari um tey formligu krøvini til uppgávuna á skeiðinum. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: • Hvussu tey lesandi megna at nýta og viðgera viðkomandi sernámsfrøðilig ástøði, hugtøk og fyribrigdi, tá ið tey svara spurdóminum. • Hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman. • Um tey lesandi megna at skriva ein samanhangandi tekst. • Um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA tilvísingarskipanina.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan