7209.12 - Málmenning, mentan og siðsøga


Skeiðsnummar
7209.12
Heiti
Málmenning, mentan og siðsøga
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er tvíbýtt. A. Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldur Tey lesandi skulu fáa innlit í hugtøk í vísindi innan kognitiva menningarsálarfrøði, fyrstu málmenningina, ljóðlæru, skriftmálsbrúk í samfelagnum, og hvussu børn uppdaga skrivingina. B. Mentan og siðsøga Skeiðið skal geva teim lesandi innlit í hugtøk innan mentanar- og siðsøgufrøði, umframt í grundleggjandi allýsingar av mentanarheitinum, og hvørjar týdningar hesar hava fyri uppfatanina av, hvat mentan og siðsøga er. Tey lesandi skulu kunna seg við tey munnligu skaldskaparsløgini: sagnir, ævintýr, skjaldur, kvæði, tættir, orðtøk og gátur. Umframt skulu tey kunna seg um frásøgukynstur, dans og dansispøl, og tey skulu sjálv royna frásøgu, dans og dansispøl í verki.
Innihald
A. Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldur: 1. Móðurmálið, og hvussu málið háttar sær 2. Málmenning í menningarsálarfrøðiligum høpi 3. Fyrsta málmenningin 4. Móðurmálið heima og og úti í samfelagnum, t.d. á stovni 5. Málmenning í skriftmálsliga samfelagnum 6. Málsligir samskiftisførleikar 7. Ljóðlæra sum grundarlag undir háttinum børn uppdaga skrivingina 8. At uppdaga skrivingina B. Mentan og siðsøga: 1. Mentan sum fólksligt og mentanarfrøðisligt hugtak 2. Siðsøga sum fólksligt og mentanarfrøðisligt hugtak 3. Ársins og lívsins veitslur í mentanarfrøðisligum perspektivi 4. Allýsingar av munnligu skaldskaparsløgunum 5. Innsavnanin av munnligu skaldskaparsløgunum 6. Munnligu skaldskaparsløgini í føroyskum og altjóða søguligum høpi 7. Frásøgukynstur 8. Føroyskur dansur, skjaldur og dansispøl
Læru- og undirvísingarhættir
A. Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldur: Dentur verður lagdur á at læra um mál og skriftmál sum grundarlag undir lívslongu menning okkara sum menniskju. Skeiðið er bygt upp av fyrilestrum, hugleiðingarfundum, bólkaarbeiði og sjálvlestri. B. Mentan og siðsøga: Dentur verður lagdur á at læra um munnligu skaldskaparsløgini í mentanarfrøðisligum og siðsøguligum perspektivi, umframt at læra um frásøgukynstur, føroyskan dans og dansispøl. Skeiðið er bygt upp av fyrilestrum, hugleiðingarfundum, næmingaframløgum, bólkaarbeiði og sjálvlestri. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta tí lesandi at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
A. Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldur: Við skeiðslok skulu tey lesandi megna: • at vísa, at tey eru kunnug við kognitiva menningarsálarfrøði • at vísa, at tey hava grundleggjandi innlit í fyrstu málmenningina hjá børnum • at vísa, at tey hava innlit í, hvussu málið verður nýtt • at duga at greiða frá grundarlagnum undir lesitilgongdum • at lýsa byrjandi skrivi- og stavimenningina B. Mentan og siðsøga: Við skeiðslok skulu tey lesandi megna: • at vísa, at tey hava innlit í mentanarsøguna hjá munnligu skaldskaparsløgunum í føroyskum og evropeiskum høpi • at vísa, at tey eru kunnug við, hvussu munnligu skaldsparsløgini eru innsavnað og hvør sjón á mentan og siðsøgu førdi til hesa innsavnan • at greiða frá hvør hevur savnað inn munnligu skaldskaparsløgini í Føroyum og í hvørjum bókum tey eru • at greiða frá eyðkennunum fyri hvørt skaldskaparslag sær og gera grundleggjandi allýsingar av munnligu skaldsparsløgunum • at skilja ímillum og samanbera hvussu sagnir og ævintýr vóru framborin í gamla bóndasamfelagnum, og hvussu tey verða framborin í okkara nútíðar samfelag • at vísa, at tey duga nøkur skjaldur og dansispøl
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin verður lýst nærri í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Karolina Matras