7218.13 - Menniskja, stovnur og samfelag


Skeiðsnummar
7218.13
Heiti
Menniskja, stovnur og samfelag
ECTS
15
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skilja samanhangin millum menniskja, einsæris og sum bólkur, stovnsøki og samfelagið. At kunna fyrihalda seg kritiskt og tulkandi um samanspælið millum áhugapartarnar á námsfrøðiliga økinum. Tey lesandi skula tilogna sær fortreytirnar fyri at virka professionelt og kunna virka í einum samstarvið. Harumframt skula tey megna at taka støði í tí føroyska samfelagnum.
Innihald
• Samfelagið – tjóðarliga og altjóðaliga • Tíðarrák • Vælferðarsamfelagið • Altjóðagerðin (globalisering) • Samfelagsstrukturar og samspæl herímillum • Lógarverkið • Samspæl millum námsfrøðingar, børn/brúkarar, foreldur/avvarðandi og politikarar • Námsfrøðiligu stovnarnir, hvussu teir virka, stovnsmentan • Leiðsla/umsiting • Samstarvs og tvørfakligt samstarv. • Professiónssamleiki – námsfrøðiliga arbeiðið í einum sosiologiskum konteksti • Kvalitativa, semistruktureraða interviewið
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, eftirmeting og kvalitativar samrøður. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tongt at undirvísingarevninum.
Læruúrtøka
Aftan á skeiðið skulu tey lesandi vera før fyri at: • greina, við støði í galdandi lógum og ásetingum, týdningin av samfelagsligu og stovnsligu samanhangunum fyri menniskja, námsfrøðiliga økið og námsfrøðiliga yrkið í einum demokratiskum samfelagi. • viðgera samanhangin millum menniskja og stovn út fra samfelagsstrukturunum við atlit til at kunna virka sum námsfrøðingur. • greina og viðgera ástøði, hugtøk og teir arbeiðshættir, sum vanliga verða nýtt til at greina samanspælið millum menniskja, stovnsøki og samfelag. • gera eitt kvalitativt interview eftir vísindaligum fortreytum. • greina og tulka interviewi í mun til arbeiði við einum sosiologiskum problematikki.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skula skriva eina uppgávu í bólkum. Endurpróvtøka verður próvmett á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Annika Antoniussen