7275.19 - Barna- og ungdómsmentan


Skeiðsnummar
7275.19
Heiti
Barna- og ungdómsmentan
ECTS
5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til námsfrøðingalestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi nema sær vitan um barna- og ungdómsmentan, ymiskar fatanir av børnum og barndómi og hugburðurin til børn, og hvussu barndómurin eru broyttur gjøgnum tíðina, barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum, barnsins- og ungdómsins egnu sjónarhorn, barna- og ungdómsgransking, og hvussu lívið hjá ungdóminum verður ávirkað av samfelagsligum og mentanarligum rákum.
Innihald
• Barndómur í søguligum, sosiologiskum og námsfrøðiligum ljósi • Hugtakið barnamentan • Børn og spæl • Spæl, læring og menning • Sjónarhornini hjá børnum og ungum • Hugtakið ungdómur • Lívsstílur hjá ungdómi • Miðlar, mentan og frítíð hjá børnum og ungum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, arbeiðsbólkar, portfolio, einstaklinga- og bólkaframløgur. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • At greiða frá ymiskum fatanum av børnum og barndómi. • Lýsa og meta um hugtakið barnamentan, og hugtøk sum eru knýtt at barnsins egnu mentan. • Lýsa og meta um mentanir hjá børnum og ungum í dag. Brúka sína vitan um børn og ungdóm í samfelagsligum ljósi til at skilja mentanir og verumátan hjá børnum og ungdómi betri – og harvið til at skapa eitt betri samskifti við børn og ung á dagsstovnum og øðrum námsfrøðiligum stovnum.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin verður skipað sum portfolio við støði í refleksiónsviðgerðum: Fyri at standa skeiðið skulu tey lesandi við endan av hvørjum undirvísingardegi, í bólki á áleið fýra, við støði í kjaki og refleksión, skrivliga viðgera tey evni, sum hava verið á skránni á degnum. Nærri kunning um portfolio sum lærutilgongd og refleksiónsviðgerð í øðrum skjali. Tey, ið ikki standa eftirmetingina, skulu skriva eina einsæris bundna uppgávu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan umleið eina viku áðrenn skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Paulina Marjun Poulsen