7276.17 - Menniskja, stovnur og samfelag


Skeiðsnummar
7276.17
Heiti
Menniskja, stovnur og samfelag
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skilja samanhangin millum menniskja, einsæris og sum bólkur, stovnsøki og samfelagið. At kunna fyrihalda seg kritiskt og tulkandi um samanspælið millum áhugapartarnar á námsfrøðiliga økinum. Tey lesandi skula tilogna sær fortreytirnar fyri at virka professionelt og kunna virkað í einum samstarvið. Harumframt skula tey megnað at takað støði í tí føroyska samfelagnum.
Innihald
• Samfelagið – tjóðarliga og altjóðaliga • Tíðarrák • Vælferðarsamfelagið • Altjóðagerðin (globalisering) • Samfelagsstrukturar og samspæl herímillum. • lógarverkið • Samspæl millum námsfrøðingar, børn/brúkarar, foreldur/avvarðandi og politikarar. • Námsfrøðiligu stovnarnir, hvussu teir virka, stovnsmentan • Leiðsla/umsiting • Samstarvs og tvørfakligt samstarv. • Professions samleiki – námsfrøðiliga arbeiði í einum sociologiskum konteksti • Kvalitativa semistruktureraða interview
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, eftirmeting og kvalitativum samrøðum. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðið eru tey lesandi før fyri at: • greina týdningin av samfelagsligu og stovnsligu samanhangunum fyri menniskja, námsfrøðiliga økið og námsfrøðiliga yrkið í einum demokratiskum samfelagi. (við støði í galdandi lógum og ásetningum) • viðgera samanhangin millum menniskja og stovn út fra samfelagsstrukturunum við atlit til at kunna virka sum námsfrøðingur. • kunna greina og viðgera ástøði, hugtøk og teir arbeiðshættir, sum vanliga verða nýttir til at greina samanspælið millum menniskja, stovnsøki og samfelag. • megna at gera eitt kvalitativt interview eftir vísindaligum fortreytum, greina og tulka interviewið í mun til arbeiði við einum sociologiskum trupulleika í eini skrivligari uppgávu.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skula skrivað eina uppgávu í bólkum. Endurpróvtøka verður próvmett á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Annika Antoniussen