7296.15 - Mál, mentan og námsfrøðiligt virksemi


Skeiðsnummar
7296.15
Heiti
Mál, mentan og námsfrøðiligt virksemi
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður námsfrøðilesandi á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi kunna seg um, hví og hvussu føroyska læruumhvørvið kann brúkast í námsfrøðiliga virkseminum. Tey lesandi fáa innlit í, hví málsligt og mentanarligt virksemi og íkast hevur týdning, og hvussu farast kann fram í verki.
Innihald
Tey lesandi skulu arbeiða við máltøku hjá børnum, hvønn týdning málsliga menningin hjá barninum hevur samfelagsliga, umframt hvussu málið er partur av gerandisdegnum á stovnum. Tey lesandi skulu leggja til rættis virksemi til børn undir skúlaldur sum stimbrar og kveikir málmenningina eftir menningarstigi við íblástri úr føroyskari mentan. • Hvønn týdning umhvørvið hevur fyri máltøku hjá børnum • Máltøka í føroyskum umhvørvi • Kunna seg um t.d. rím og ramsur, skjaldur, orðatøk, gátur, ævintýr, sagnir og barnabøkur, umframt støð av áhuga fyri børn • Brúka hetta tilfar í námsfrøðiligum virksemi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, lesa og finna tilfar, studentaframløgur, vegleiðing og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tongt at, hvørjum undirvíst verður í.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt megna tey lesandi at: • lýsa føroyska mál- og læruumhvørvið fyri børn undir skúlaaldur • greiða frá, hví íkast hevur týdning fyri máltøku • greiða frá, hvussu tilfar úr føroyska umhvørvinum kann brúkast í námsfrøðiliga arbeiðinum • gera eina skipaða lærugongd við støði í slíkum tilfari
Próvtøkuháttur
Framløgur
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sissal Maria Rasmussen