7498.20 - Heilsa, kroppur og rørsla I


Skeiðsnummar
7498.20
Heiti
Heilsa, kroppur og rørsla I
ECTS
15
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tey lesandi ogna sær vitan um sambandið millum spæl og læring og fáa innlit í spælitilgongdir, ið hóska til ymsar aldursbólkar í vøggustovu og barnagarði.
Innihald
• Búningarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn búnast, mennast og vaksa). • Spæliástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hví børn spæla, og hvussu spæl ávirkar likamligu menningina og sosiala førleikan hjá barninum). • Læringarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá sambandinum millum spæl og læring). • Spælimøguleikar – nær, hvar og hvussu? • Ymisk spøl (Útispøl; bóltspøl; sang- rørsluspøl; sansaspøl; spøl, ið stimbra grovmotorikkin; spøl, ið stimbra fínmotorikkin; at spæla í vatni; at spæla í bøi, haga og fjøru; spælihjólið; o.s.fr.) • Venjingar í hylinum, spøl við og uttan amboð.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin eru verkligar íðkanir. Tey lesandi fáa smærri verkligar uppgávur at gera undirvísingarskráir hóskandi til málbólkin
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • greiða frá búningar-, læru- og spæliástøði. • ogna sær vitan um rørsluførleika, heilsustøðu, sosiala førleikan og dagliga trivnaðin hjá vøggustovu og barnagarðsbørnum. • leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og skjalprógva eina læru- og spælitilgongd • nýta nærumhvørvið sum ein part av tilgongdini til spæl og læring. • fyriskipa venjingar í svimjing við støði í spæl.nýta grundleggjandi rørslur í vatni við atlit til tryggleika í vatni og kropsliga menning.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva í bólki. Próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal