7499.20 - Heilsa, kroppur og rørsla II


Skeiðsnummar
7499.20
Heiti
Heilsa, kroppur og rørsla II
ECTS
15
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tey lesandi duga at brúka námsætlanir í dagliga virkseminum har dentur verður lagdur á sambandið millum tað kropsliga, sálarliga og sosiala. Harumframt fáa tey bæði verkligan og ástøðiligan kunnleika um, hvussu vit nøkta tørvin á rørslu hjá børnum og ungum við serligum avbjóðingum
Innihald
• Lógir, kunngerðir og námsætlanir • Menningarætlanir og dagliga virksemi á stovnunum • Vødda-, venjingar- og rørslulæra við støði í ymiskum spølum • Motorisk menning - nærumhvørvið • Kropsliga menningin - heilabúning, nervalag, sansir og sansaskipan • Sosialisering • Týdningurin av sálarligu menningini • Grundleggjandi rørsluførleikar (renna, hoppa, ganga, sveiggja, bólta rút, klatra. O.s.fr.) • Rørsla og heilsa fyri børn og ung við serligum avbjóðingum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin er verkligar íðkanir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • greina og nýta námsætlanir um rørslu á dagstovnaøkinum. • ogna sær vitan um kropsliga, sálarligan og sosialan trivna og menning. • greina hvønn týdning heilsa og rørsla hava í mun til kropsliga, sálarliga og sosiala trivnað. • nýta ymisk spøl og tey stóru amboðini í fimleika/ítróttarhøll at stuðla upp undir heilsu og sosiala læring. • leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta venjingar • leggja til rættis og gjøgnumføra praktist virksemi á stovnum, úti og í svimjihøll.
Próvtøkuháttur
Portfolio og ein munnlig framløga. Próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal