7557.14 - Heilsa og heilsupedagogikkur


Skeiðsnummar
7557.14
Heiti
Heilsa og heilsupedagogikkur
ECTS
5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu:  Fáa hollan kunnleika til kostráðini, ið Fólkaheilsuráðið hevur almannakunngjørt.  Megna at breiða út heilsugóðar kostvanar til (1) børn og til búfólk á stovni og (2) tey, sum vara av børnum og búfólkunum  Kunna leggja til rættis, fremja í verki og eftirmeta tiltøk, ið hava til endamál at gera heilsugóðar máltíðir á stovnsøkinum
Innihald
Skeiðið er skift sundur í 6 sjálvstøðugar og tó samfastar eindir. 1) Matur og máltíðir 2) Matmentan 3) Kostráð 4) Heilsupolitikkur 5) Tiltøk og heilsuátøk, Sapere 6) Reinføri
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávur og verkligar uppgávur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at - seta orð á kostráðini, ið eru tilmæld - miðla heilsugóðar kostvanar til ein ávísan bólk - leggja til rættis heilsugóðar máltíðir á barnagarði og stovni - skipa og gjøgnumføra heilsugóðar máltíðir og virksemi við mati á barnagarði og stovni - meta um heilsuátøk eru egnað til ein ávísan bólk
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skal tann lesandi taka virknan lut í undirvísingini. T.v.s., at hann/hon skal møta upp og loysa tær uppgávur, ið eru partar av skeiðnum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlista, tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal