7569.18 - Børn og rørsla


Skeiðsnummar
7569.18
Heiti
Børn og rørsla
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tey lesandi duga at brúka námsætlanir sum grundarlag fyri fyrireiking, eftirmeting og skjalprógvan av undirvísingar- og lærugongdum í rørslu
Innihald
• Lógir,kunngerðir og námsætlanir • Vødda-, venjingar- og rørslulæra • Fiti – serliga hjá børnum, ið viga ov nógv • Motoriska umhvørvi á stovnum • Grundleggjandi rørsluførleikar (renna, hoppa, ganga, sveiggja, bólta rút, klatra. O.s.fr.) • Frælsur ítróttur - sæð við barnaeygum (lop og køst) • Amboðsfimleikur (amboðsbreytir og rørslubreytir) • Smáspøl við bólti • Byrjanarundirvísing í svimjiháttum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin er verkligar íðkanir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • greiða og greina námsætlanir um rørslu á dagstovnaøkinum og nýta hana í verki • Greina hvønn týdning heilsa og ítrótt hava í nútíðarsamfelagnum, og taka atlit til hetta á dagstovnaøkinum • nýta bóltspøl og tey stóru amboðini í fimleika/ítróttarhøll at stuðla upp undir heilsu, sosiala læring og samstarv • leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og broyta venjingar (tiltøk, skeið, ítróttardagar o.a.) í mun til ein ávísan málbólk • leggja til rættis og gjøgnumføra undirvísing í byrjanarsvimjing
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Ástøðiligi parturin er ein spurdómsstýrd uppgáva, sum verður nærri lýst í sjálvstøðugum skjali. Verkligi parturin verður mettur eftir undirvísingarførleika við børnum sambært egnari arbeiðsskrá, sum hongur saman við spurdóminum í skrivliga avrikinum. Uppgávan kann skrivast annaðhvørt í bólki ella einsæris.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal