7586.18 - Spæl og læring


Skeiðsnummar
7586.18
Heiti
Spæl og læring
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tey lesandi duga at skilja sambandi millum spæl og læring og ogna sær vitan um spælitilgongdir, ið hóska til aldursbólkin
Innihald
• Búningarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn búnast, mennast og vaksa). • Spæliástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hví børn spæla, og hvussu spæl ávirkar likamligu menningina og sosiala førleikan hjá barninum). • Læringarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá sambandinum millum spæl og læring). • Spælimøguleikar – nær, hvar og hvussu? • Ymisk spøl (Útispøl, bóltspøl, sang- rørsluspøl, sansaspøl, spøl, ið stimbra grovmotorikkin, spøl, ið stimbra fínmotorikkin, at spæla í vatni, at spæla í bøi, haga og fjøru, spælihjólið. O.s.fr.) • Grundleggjandi rørsluførleikar í vatni: Tann lesandi skal ognað sær vitan um grundreglurnar viðvíkjandi rørslum í vatni og fata hesar gjøgnum verkligar royndir. Tilvenjingar úti í hylinum, spøl við og uttan amboð.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin eru verkligar íðkanir. Tey lesandi fáa smærri verkligar uppgávur at gera undirvísingarskráir hóskandi til málbólkin
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og skjalprógva eina læru- og spælitilgongd, ið hevur til endamáls at menna rørsluførleikan, heilsustøðu, sosiala førleikan og dagliga trivnaðin hjá vøggustovu og barnagarðsbørnum • nýta grundleggjandi amboð, ið eru partur av ítróttar- og rørslufakinum. • brúka tær kreftir, ið ávirka likamið í vatni.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan/eftirmetingin er ein felags verkætlan/kompendii við støði í uppgávu í vøggustovu, ástøðilig og verklig (Próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali). Fyri at standa royndina skulu báðir partar verða góðtiknir. Tá ið mett verður um próvtøkuuppgávuna verður hugt at: • Um tey lesandi megna at draga ástøði, hugtøk og sjónarmið um læring, spæl, ítrótt, heilsu og rørslu inn í uppgávusvarið. • Um tey lesandi eru før fyri at leggja eina didaktiska ætlan, ið hevur til endamáls at menna t.d. motoriska førleikan, ítróttarliga førleikan, heilsustøðuna og heilsutilvitskuna hjá einum útvaldum málbólki. • Um tey lesandi hava skrivað ein samanhangandi tekst, har tey nýta greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi hava nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina. Tá ið mett verður um verkligu royndina, verður hugt at: • Um tann lesandi er førur fyri at nýta tey amboð, ið vanliga verða nýtt í ítróttar-, spæli- og heilsutiltøkum. Um tann lesandi er mentur at seta í verk ta didaktisku ætlan, ið hann hevur lýst og talað fyri í ástøðiliga partinum
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal