7587.18 - Starvslæra í linjuni Heilsa, kroppur og rørsla


Skeiðsnummar
7587.18
Heiti
Starvslæra í linjuni Heilsa, kroppur og rørsla
ECTS
10
Endamál
Endamálið við starvslæruni er tveybýtt: • Tey lesandi skulu leggja eina vælgrundaða verkætlan/lærutilgongd til rættis, ið hevur til endamáls at menna sansaligu og motorisku førleikarnar hjá tí málbólki, ið tey vara av • Tey lesandi skulu royna verkætlan/lærutilgongd í verki
Innihald
Tey lesandi hava námsháttarfræli. Hetta merkir, at tey lesandi í neyvum samstarvi við starvslærupláss gera av, hvussu tey leggja starvslæruna til rættis, fara til verka, eftirmeta og skjalfesta. Tey lesandi taka støði í evnum, temum og tættum, ið tey hava hugsavna seg um í linjulestrinum
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi hava námsháttarfrælsi, tó skulu tey hvønn dag hava fyrireikað 1 tíma við viðkomandi rørslutiltøkum í tí barnabólki, tey vara av. Hvussu tey leggja starvslæruna til rættis, fara til verka, eftirmeta ymisku tiltøkini og skjalfesta úrslitið, er upp til starvslærupláss og starvslæruvegleiðara í neyvum samstarvi við tann lesandi. Vinarliga
Læruúrtøka
• Viðgera, meta um og nýta námsætlaní barnagarði ella vøggustovu • Gerast før fyri at leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og skjalprógva eina læru- og spælitilgongd, ið hevur til endamáls at menna rørsluførleikan hjá einum ávísum málbólki • Megna at leggja til rættis virksemi, ið mennir sosiala førleikan og dagliga trivnaðin hjá einum útvaldum málbólki • Verða før fyri at grunda yvir týdning av rørslu í barnagarði og vøggustovu • Duga at nýta venjingar til at stuðla upp undir sosiala læring og samstarv • Kunna viðgera grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn læra og mennast, og hvussu tey verða myndað, mentað og sosialiserað í barnagarði og vøggustovu • Kunna greina og gerast tilvitað um, hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá tí einstaka námsfrøðinginum ávirkar menningarmøguleikar, læru/ trivnaðarmøguleikar hjá børnum
Próvtøkuháttur
Tá ið starvslæran er lokin, skulu tey lesandi skriva eina starvslærufrágreiðing, sum verður løgd fram munnliga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal