7632.19 - Kreativ námsfrøði I
Skeiðsnummar
7632.19
Heiti
Kreativ námsfrøði I
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu víðka sína vitan og førleikar at meta um, fyrireika og seta í verk málrættað kreativt virksemi fyri ymiskar málbólkar á námsfrøðiliga økinum.
Tey skula víðka sítt innlit í tann partin av arbeiðsøkinum hjá námsfrøðingum, sum snýr seg um mennandi virksemi fyri ymsu málbólkarnar á námsfrøðiliga økinum.
Innihald
• Ástøði um meistaralæru, storyline, fantasi, kreativitet, narrativitet,og samspælið í sosialum umhvørvi
• Viðkað tilfarslæra, amboðslæra og litlæra
• Kreativir arbeiðshættir
• Ítøkiligt kreativt virksemi
• Place-based learning
• Storyline verkætlan
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir, munnligar og skrivligar uppgávur, framløgur, vegleiðing og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at:
• Kenna og viðgera ástøði á hægri stigi innan estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet og skapandi virksemi, harímillum Storyline.
• Kenna og duga at brúka ymiskt tilfar og amboð á einum hægri støði, so tey eru før fyri at seta í verk skapandi arbeiði, sum stuðlar uppundir námsfrøðiligu stevnumiðini fyri dagstovnaøkið.
• greina, viðgera og samskifta um, hvussu kreativt virksemi kann stimbra menningina hjá einstaklingum og bólkum.
• Arbeiða burðardygt í samband við kreativt, námsfrøðiligt arbeiði, harundir place-based learning.
Próvtøkuháttur
Sjalvstøðug verkætlan og spurdómsstýrd uppgáva. Skrivast kann í bólki v. Í mesta lagi 3 lesandi.
Endurpróvtøka er ein skrivlig uppgáva, verður lýst nærri í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Grundbøkur: Æstetikken tilbage i pædagogikken, Storylinemetoden i Børnehaven
Aðrir tekstir verða lagdir á Moodle.
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali