7763.19 - Tað virkna og luttakandi barnið


Skeiðsnummar
7763.19
Heiti
Tað virkna og luttakandi barnið
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær vitan um hvussu børn gerast virkin og luttakandi á dagstovnunum og hvørja ávirkan námsfrøðingurin hevur á hetta. Tey lesandi skulu eisini nema sær kunnleika um hvat kann hava ávirkan á luttøkuna hjá einum barni, bæði einsæris og i bólki og hvørja ávirkan karmarnir kunnu hava á hetta.
Innihald
• Spæl • Talgildir miðlar • Felagsskapur • Etnisitetur • Integration og Inklusion • Kyn og líkarættur • Læran og menning • Didaktiska tilgongdin • Námsætlan • Stevnumið • Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, rolluspøl, eftirmeting og starvslæra, sum verður lýst í starvslæruhondbók. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengdar at, hvat undirvíst verður í. Lesandi hava møtiskyldu og luttøkuskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir sína møtiskyldu, utttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: . Greiða frá hvussu børn gerast virkin og luttakandi í felagsskapinum á dagstovninum, og hvørja ávirkan námsfrøðingurin kann hava á luttøkuna hjá einum barni. • Viðgerða grundleggjandi ástøði, ið siga frá, týdninginum av spæli, um hvussu børn myndast og mennast gjøgnum spæl. Eisini við ætliti til tøkni og talgildugar miðlar • Lýsa kritiskt, hvønn týdning hugburðurin hjá námsfrøðinginum hevur í mun til børn, kyn, og líkarætt. Ástøðiliga viðgera støður, ið námsfrøðingar eiga at taka atlit at, bæði tá talan er um inklusion sum heild og børn við øðrum etniskum uppruna. Nýta námsfrøðiliga og didaktiska hugsan og vitan.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstyrda synopsu. Hendan uppgávan skal skrivast i bólki og skal verjast munnligt. Nærri kunning verður lýst i serstøkum skjali. Endurprovtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Birita Arge