7813.19 - BEd ritgerð - námsfrøðingalesandi


Skeiðsnummar
7813.19
Heiti
BEd ritgerð - námsfrøðingalesandi
ECTS
15
Fortreytir
Áðrenn B.Ed.-rigerðin byrjar, skulu lesandi hava staðið allar ásettar próvtøkur.
Endamál
Endamálið við ritgerðini er, at tann lesandi sýnir sín førleika til yrkið sum námsfrøðingur. Lesandi skulu megna at seta viðkomandi spurningar um arbeiðsuppgávur sum námsfrøðingur, har tey samantvinna vísindaligt ástøði og háttalag við empiri.
Innihald
Tann lesandi velur eitt evni og orðar ein spurdóm í samráð við vegleiðaran innan námsfrøðiligu fakøkini, ið er viðkomandi fyri starvsøkið. Spurdómurin skal viðgerast við støði í viðkomandi ástøðum, háttaløgum og kanningarúrslitum.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing í 3 tímar til ein lesandi, 4 tímar til bólk á 2 lesandi og 5 tímar til bólk á 3 lesandi.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu megna at: Vitan • greiða frá námsfrøðiliga yrkinum sum eitt ástøðiligt og vísindaligt granskingarøki • grundgeva fyri úrvaldari ástøði og háttaløgum, ið eru viðkomandi fyri námsfrøðiligt virksemi • greiða frá og kjakast um spurdómsevnið Førleikar • nýta empiri við støði í spurdóminum og fakliga evninum • megna at nýta ástøði og háttaløg til at viðgera eitt ávíst evni innan námsfrøðiliga yrkið • kritiskt viðgera og samantvinna empiri og ástøði við atlit til námsfrøðiligt virksemi Almennir førleikar • meta um, hvørji etisk atlit skulu takast innan námsfrøðiligt virksemi • vísa akademiskt handverk og akademiskan skriviførleika og nýta APA-tilvísingarskipanina • miðla og kjakast um eitt samansett fakligt evni á ein sannførandi hátt
Próvtøkuháttur
Ritgerðin er eitt skrivligt avrik, ið verður vart munnliga. Ritgerðin kann verða skrivað einsæris ella í bólki við í mesta lagi 3 lesandi og endar við eini einsæris munnligari próvtøku, sum hevur sítt støði í ritgerðini, har tann lesandi ábyrgdast alla ritgerðina. Próvtøkan og onnur viðurskifti eru lýst nærri í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umframt tað tilfar, sum er brúkt í lesnaðinum frammanundan, skulu lesandi fáa til vega hóskandi og viðkomandi tilfar.
Ábyrgd
Annika Antoniussen