6601.20 - Náttúra og mentan I


Skeiðsnummar
6601.20
Heiti
Náttúra og mentan I
ECTS
15
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi ogna sær viðkomandi fakligan, didaktiskan og ástøðiligan kunnleika sum grundarlag fyri fjølbroytt virksemi innan náttúru og mentan í mun til relatiónsvirksemi innan námsfrøðiliga økið við støði í føroyska samfelagnum.
Innihald
Fjølbroyttar tilgongdir til náttúru og mentan sum námsfrøðilig lærugrein innan: • Náttúruáskoðan • Uttandura samlag • Náttúra og mentanarligt virksemi • Hugsavnan og bindindi • Relatiónsvirksemi • Burðardyggleiki og umhvørvið • Skapandi uttandura námsfrøði • Náttúruvísind sum námsfrøðiligt uttandura virksemi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, uttandura námsfrøðiligt virksemi, vegleiðingar, sjálvstøðugar uppgávur, stíga fram og halda stuttar framløgur. Hvørjar tilgongdir ið verða nýttar, er samstundis tengt at undirvísingarevninum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at: • Greiða frá og greina grundleggjandi ástøði við atliti til uttandura virksemi. • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir náttúru og mentan við støði í galdandi lógum á økinum. • Kritiskt greina uttandura didaktiskt relatiónsvirksemi, ið stuðlar undir hugsavnan og forvitni. • Nýta ástøði innan náttúruvísindi í námsfrøðiligum virksemi í nátturu og mentan. • Greina uttandura námsfrøðiligt virksemi eftir einum didaktiskum og ástøðiligum grundarlagi, ið setur læring og menning í miðdepilin.
Próvtøkuháttur
Ástøðilig spurdómsstýrda uppgávu í bólki. Nærri kunning í serstøkum skjali. Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
1. Udepædagogik – naturligvis. Grundbog I natur og udeliv. 2. udgave, 1. oplag. Lars Bergholt. Frydenlund. Frederiksberg C (2019) 2. At uppala er at menta barni. Tríggjar vísar greinar. Pauli Nielsen Ìtriv (2014). Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Ketty Fríða á Fríðriksmørk