6730.21 - Sernámsfrøði I


Skeiðsnummar
6730.21
Heiti
Sernámsfrøði I
ECTS
15
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um sernámsfrøði í breiðum høpi og tørvin av hesum í samfelagnum. Hann skal eisini fáa innlit í sálar- og námsfrøðilig ástøði og bókmentir, sum seta dám á sernámsfrøðiligt virksemi. Harumframt er endamálið eisini at tann lesandi skal verða tilvitað(ur) um hugburð og egnan leiklut og ávirkan í yrkis- og samstarvshøpi.
Innihald
• Sernámsfrøði og sernámsfrøðiligi tørvurin • Bólkasálarfrøði • Menningarsálarfrøði • Mentalisering • Tilknýtisástøði • Skipanarástøði (systemteori) • Relatiónir • Happing • Narrativ námsfrøði • Samskifti og samskiftisførleiki í sernámsfrøðiligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkætlanararbeiði, PBL-arbeiði, einstaklingaarbeiði, framløgur, case-viðgerðir, venjingar, sjálvlestur
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal hin lesandi duga at: • greiða frá og tulka grundleggjandi ástøði í sernámsfrøðiligum viðurskiftum • vísa professionellan hugburð, málburð og samstarv, ið ger seg galdandi í sernámsfrøðiligum arbeiði og brúka hesi í bólkaarbeiði og venjingum • greina týdningin av tilknýti, menning og samskifti hjá einstaklinginum og bólkinum í sernámsfrøðiligum høpi • greina hvussu mentalisering kann brúkast í sernámsfrøðiligum arbeiði • grundgeva fakliga fyri vali av tilgongd og vitanargrundarlagi í sernámsfrøðiligum høpi
Próvtøkuháttur
PBL-uppgáva í bólki, viðgerð av case a. Skrivligt felagsavrik b. Samtala við undirvísaran
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Katrin av Kák