6731.21 - Sernámsfrøði II


Skeiðsnummar
6731.21
Heiti
Sernámsfrøði II
ECTS
15
Fortreytir
Tann lesandi skal verða námsfrøðingaslesandi ella námsfrøðingur, kunna velja fakið og verða innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær innlit í fyribrigdini normalitetur og frávik. Dentur verður lagdur á sernámsfrøðiliga arbeiði við einstaklingum og bólkum við støði í ymsum avbjóðingum/tørvi. Lesandi skal ogna sær vitan um ymsu avbjóðingarnar og val av praksis og arbeiðstættum, og hvussu hetta kann gerast í samstarv við fakfelagar og onnur.
Innihald
Diagnosur í nútíðarsamfelagnum Barna- og ungdómspsykiatri IK og menningartarn Trauma Sorg Umsorganarsvik Seksualitetur hjá børnum og kynsligur ágangur Tilknýti Mentalisering Arbeiðshættir, tiltøk og avgerðir í samband við børn í serligum støðum Námsferð til Gladsaxe Famileskole
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, framløgur, samrøður, cases, eygleiðingar- og kanningararbeiði, venjingar, sjálvlestur, sjálvrefleksión.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal hin lesandi; Greiða frá og greina ymiskar nútíðar diagnosur, viðfødd og fingin brek, avbjóðingar í relatiónum, sorg og kreppu. Duga at skipa námsfrøðiligt virksemi til menniskju við omanfyri standandi avbjóðingum. Bæði í mun til einstaklingin og bólkin. Kritiskt reflektera yvir leiklutin hjá námsfrøðinginum í sernámsfrøðiligum høpi. Vita hvussu samskifti og málbrúk grundleggjandi kann brúkast í arbeiðnum sum námsfrøðingur, tá dentur verðir lagdur á menning, læring og vøkstri hjá tí einstaka menniskjanum.
Próvtøkuháttur
Nærri kunning í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Bjørt Lind