7021.17 - Lívsáskoðan og siðalæra


Skeiðsnummar
7021.17
Heiti
Lívsáskoðan og siðalæra
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skilja hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki, at tey 1) nema sær grundleggjandi vitan um týdningin av kristna siðaarvinum og modernaðum siðvenjum í føroyska samfelagnum, og tessvegna eisini í teimum stovnum, námsfrøðingalesandi útbúgva seg at virka í 2) skilja grundleggjandi etisk ástøði og hugtøk 3) byrja at hugleiða um teirra egna leiklut sum komandi námsfrøðingar á føroyskum dagstovnum, o. líkn
Innihald
• Virðisgrundarløg og endamálsorðingin fyri dagstovnar og dagrøkt • Grundleggjandi tættir í kristnari lívsáskoðan, s.s. alheims- og menniskjafatan • Týðandi rák í nútíðar evropeiskum siðvenjum, s.s. moderna menniskja- og samfelagsfatan, fólkaræði og mannarættindi • Grundleggjandi etiskar siðvenjur og hugtøk • Yrkisetikkur og yrkisetiskar tvístøður
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, vegleiðingar og framløgur. GG: Á Námsvísindadeildini er møti- og luttøkuskylda. Hetta merkir, at lesandi hava skyldu at koma til fyrilestrar og aðra skipaða undirvísing og at vera virkin í bólkaarbeiði o.líkn. Lesandi kunnu ikki forsøma meir enn 25 %.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá og samanbera grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum siðvenjum og lívsáskoðanum (so sum alheimsfatan og menniskjafatan), og lýsa hvønn týdning hesi hava í okkara samfelag og teirra yrki - greiða frá etiskum siðvenjum og hugtøkum, og vísa hvussu hesi eru teirra komandi yrki viðkomandi - seta orð á og grundgeva fyri, hvussu tey fata sín persónliga leiklut sum komandi námsfrøðingur í ljósinum av endamálsgreinini í lógini um dagstovanar og dagrøkt
Próvtøkuháttur
Umframt smærri venjingar og uppgávur, verður próvtøkan ein bólkaframløga. Nærri verður greitt frá framløguni, tá skeiðið byrjar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen