7117.15 - Grundskeið í føroyskum, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7117.15
Heiti
Grundskeið í føroyskum, námsfrøðingar
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Málið við skeiðinum er býtt í fýra: 1. Samleiki: tann lesandi skal fáa innlit í týdningin, sum góð máltøka og góður málførleiki hevur fyri samleikamenning og at føroyskt mál er við til at seta orð á teg sjálva/n sum einstakling, sum part av sosialum felagsskapi, føroying og altjóðaborgara 2. Mentan: tann lesandi skal ogna sær kunnleika um, at mentanin er við til at skapa einstaklingin sum persón í sosialum felagsskapi 3. Vitan: tann lesandi gerst tilvitaður um, at frásøgu- og samskiftishegnið er grundarlag undir allari menningar- og vitanartilognan 4. Samskifti: tann lesandi skal munnliga og skrivliga kunna samskifta fakliga, í uppalingarstøðum og sum einstaklingur í øllum samskiftisstøðum
Innihald
Skeiðið skal geva tí lesandi innlit í týdningin mál hevur fyri menning og samleika einstaklingsins. Tann lesandi skal læra at skriva tekst, har hann bæði er tilvitaður um tekstaslag, staklutir í teksti og móttakara. Somuleiðis skal hann/hon læra at bera tekst fram munnliga og verður tilvitað/ur, hvat skapar ta góðu samrøðuna og ta góðu frásøguna. Skeiðið skal eisini leggja grundarlag undir akademiskari skriving.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, skrivligar venjingar, bæði í bólki og einsæris og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal verða førur fyri at orðseta tey fakligu uppalingar- og samskiftismál, sum børn, ung og fólk við serligum avbjóðingum hava tørv á í persónligari og samfelagsligari menning. Tann lesandi skal verða førur fyri, bæði skrivliga og munnliga at samskifta í viðkomandi sjangrum og gerast tilvitaður um, hvat listfrøði, mál og mentan hava fyri samleikamenning einstaklingsins.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. (Ein ávegis roynd verður í rættskriving og teknseting.)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður, tá ið skeiðið byrjar
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu