7119.17 - Føroyskt sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. Námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7119.17
Heiti
Føroyskt sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. Námsfrøðingar
ECTS
10
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi innlit í týdningin, ið mál hevur fyri menning og samleika einstaklingsins sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. At tann lesandi mennir sín skrivliga førleika.
Innihald
• Hvat er mál • Literasi, máltilognan og málmenning • Vitan og orðatilfeingi • Sambandið ímillum mál og samleika • Málnýtsla og samleiki • Tvímæli • Læring í familjuni • Narrativitetur • Samskifti (munnliga og skrivliga) lagað til støðu og umstøður • Gott og/ella vánaligt mál • Ástøði og gerandisdagurin • Akademiskt skrivingarlag • Mállæra, skriving og rættskriving
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður ímillum fyrilestralíknandi dialogiska frálæru, studentaframløgur, skrivligar venjingar, bæði í bólki og einsæris.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi: 1. duga at greiða frá grundleggjandi ástøðum um málið sum samskiftisamboð og samleika-, mentanar- og vitanarbera 2. duga at tvinna hesi ástøðini saman við námsfrøðiligum virksemi 3. verða før/ur fyri, bæði skrivliga og munnliga, at samskifta greitt og neyvt í viðkomandi høpum og sjangrum 4. duga at brúka listfrøði, mál og mentan í samleikamenning einstaklingsins.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í rættskriving og teknseting. Próvdømingin er innanhýsis við staðið/ikki staðið. 48-tíma próvtøkuuppgáva at leggja fram munnliga tvey og tvey Uttanhýsis próvdøming við próvtali GG. Fyri at standa skeiðið, skal tann lesandi hava staðið próvtøkuna í máli.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen