7133.17 - Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7133.17
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðingar
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsfrísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðinum er: • at tann lesandi nemur sær eina grundleggjandi vitan um námsfrøðiliga sálarfrøði. • at tann lesandi fer at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindi, ið eru viðkomandi fyri arbeiði teirra sum námsfrøðingar við ymiskar bólkar av menniskjum. • at tann lesandi fær eina fatan av ymiskum hugtøkunum út frá ymiskum ástøðiligum perspektivum. • at tann lesandi fær eina grundleggjandi vitan um, hvussu menniskju læra og hvussu læring og menning kann stimbrast og motiverast. • at tann lesandi lærir seg at reflektera yvir ymisk ástøði.
Innihald
• Námsfrøðilig sálarfrøði sum fakøki og vísind. • Søguliga gongdin í sálarfrøðini og hvat eyðkennir sálarfrøði upp gjøgnum tíðina. • Sálarfrøðin frá individ- til sosialfokus. • Etikkur, sum grundarsteinur í námsfrøðilig sálarfrøði. • Diskursar innan námsfrøðilig sálarfrøði og hvørja ávirkan ymiskir diskursar kunnu hava á námsfrøðiliga arbeiðið.
Læru- og undirvísingarhættir
• Fyrilestrar • Bólkaarbeiði • Arbeiða við casum • Sjálvstøðugar uppgávur • Vitanarbýti gjøgnum skrivligar og munnligar framløgur • Blogg-bólkaarbeiði
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna: • at seta orð á hvat eyðkennir námsfrøðiliga sálarfrøði sum vísindagrein og hvørji háttaløg, ið eru í námsfrøðiligum arbeiði. • at geva eina breiða lýsing av hvussu hugtøkini læring, menning, dannilsi og sosialisering verða allýst og avmarkað. • at kenna vanligastu sálarfrøðiligu ástøðini innan økið. • at reflektera yvir etiskar tvístøður, sum eru í námsfrøðiligum arbeiði. • at skilja umstøður hjá menniskjum sum tengdar at ymiskum kontekstum, mentanum og lívsumstøðum. • at lýsa og meta um týdningin av relationellum førleikum innan námsfrøðiligt arbeiði.
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar, skal tann lesandi einsæris skriva eina 48 tímars uppgávu út frá próvtøkuspurningum. Nærri kunning verður givið seinni í serstakum skjali. Endurpróvtøka verður gjørd á sama hátt, tó við nýggjum spurningum. Í samband við endurpróvtøku hevur tann lesandi rætt til eina munnliga vegleiðing.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Ivonna Anna Sigga Johansen