7145.17 - Námsfrøði og frálærufrøði - ástøðiligur partur I


Skeiðsnummar
7145.17
Heiti
Námsfrøði og frálærufrøði - ástøðiligur partur I
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tann lesandi fær eina grundleggjandi vitan um og innlit í námsfrøðina sum fakøkið, har undirvíst verður í lógarkarmum á námsfrøðiliga økinum. At tann lesandi lærir at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðinum á stovnum og til virksemi, sum hevur við børn og ung at gera.
Innihald
Í námsfrøði fer undirvísingin at viðgera námsfrøðilig evni út frá námsfrøðiligum, hugmyndasøguligum (idehistorisk) og etiskum sjónarhornum. Undirevnini eru: • Søgan um ta námsfrøðiligu gongdina í Føroyum, herundir søgugongdin, lógarkarmar v.m. • Yvirskipað presentatión av normal- og serøkið. • Institutionalisering og professionalitetur. • Námsfrøði á dagstovnum og stovnar fyri ung. • Námsfrøðiligar relatiónir við fokus á sambandið millum barn/ung og starvsfólk og millum starvsfólk. • Barna- og ungdómsmentan. • Etikkur í námsfrøði. • Sosialir felagsskapir og týdning teirra fyri menniskju. • At vera barn og ungur í Føroyum. • Samstarv við avvarandi. • Tvørprofessionelt samstarv.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, arbeiða við cases, kjaki, bólkaarbeiði og sjálvstøðugar uppgávur, praktiskar uppgávur.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Viðgera námsfrøði yvirskipa sum fakøki. Herundir serliga dagstovnaøkið og ungdómsfrítíðarøki. • Nýta námsfrøðiligar tekstir sum hugkveikjan til námsfrøðiliga arbeiði. • Fyrihalda seg greinandi og kritiskt til námsfrøðiligu søguna, lógir og reglugerðir, sum eru galdandi í Føroyum. • Greiða frá og greina áskoðanir um børn, barndóm, ungdóm og dagstovnar í ymiskum søguligum tíðarskeiðum og hvussu hesi hava allýst (definerað) innihaldið á dagstovnum. • Meta um og greiða frá hvat eyðkennir eitt gott samstarv við børn, foreldur og starvsfelagar • Greina, samanbera og kritiskt viðgera etiskar tvístøður, sum kunnu vera á námsfrøðiliga fakøkið. • Samantvinna og meta um hvussu ymisk ástøði kann nýtast í námsfrøðiliga praksis. • Meta um týdningin av etikki í námsfrøðiliga arbeiðinum.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina synopsu við munnligari framløgu. Møguleiki er at skriva einsæris ella í bólki við í mesta lagi 3 lesandi.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Grundbók: Mikkelsen, J.H.(Ritstj.) (2014): Social indsigt for pædagoger. Frydenlund, Frederiksberg C. Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.