7146.17 - Námsfrøði og frálærufrøði - verkligur partur II


Skeiðsnummar
7146.17
Heiti
Námsfrøði og frálærufrøði - verkligur partur II
ECTS
15
Fortreytir
At tann lesandi hevur tikið ástøðiliga partin um námsfrøði og frálærufrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at tey lesandi fara í starvslæru at nema sær kunnleika um námsfrøðiliga arbeiðsøkið. Í starvslæruni skulu tey lesandi: 1. ogna sær vitan um, hvussu ein arbeiðir við børnum á dagstovnaøkinum, 2. menna førleikar at skipa námsfrøðiligt frálæruvirksemi, har ástøði og praksis verður samantvinna og 3. eftirmeta starvslæruna.
Innihald
• Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverki/námsætlanir – ársætlanir. • Fyrireika starvslæruna við støði í ástøðiliga grundarlagnum frá fyrra parti. • Virka, samstarva og samskifta við bæði starvsfólk og børn á starvslæruplássinum. • Eftirmeting
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra, har tey lesandi føra logbók. Eftirmeting av starvslæruna.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til tær lógir, kunngerðir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað námsfrøðiliga øki, • knýta viðkomandi ástøði við tann verkliga partin á einum stovni. • greiða frá og taka atlit at menningarstøði og fortreytum hjá fólkunum hon/hann varar av. • virka, samstarva og samskifta við starvsfelagar og teimum fólkum hon/hann varar av, við atliti til at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið, skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu. Nærri kunning verður lýst í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan