7147.17 - Námsfrøði og didaktikkur I - ástøðiligur partur


Skeiðsnummar
7147.17
Heiti
Námsfrøði og didaktikkur I - ástøðiligur partur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær grundleggjandi lærdóm innan námsfrøði, og at tey læra at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðinum á dagstovni, vøggustovu og frítíðarskúla.
Innihald
Í Námsfrøði fer undirvísingin at viðgera gerandisdagin á dagstovnum, vøggustovum, frítíðarskúlum út frá einum námsfrøðiligum sjónarhorni. • Søgan um ta námsfrøðiligu gongdina í Føroyum, lógarkarmar o.a. • Tað námsfrøðiliga sjónarhornið • Institutionalisering og professionalitetur • Námsfrøðiligar relatiónir • Vøggustovupedagogikkur • Barnagarðspedagogikkur • Frítíðarpedagogikkur • Spæl • Trivnaður • Børn og kyn • Børn og seksualitetur • Børn og sorg • Happing • Foreldrasamstarv • Tvørprofessionelt samstarv • Didaktikkur
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, arbeiði við gerandisdømum innan dagstovnaøkið, portfolio, bólkaarbeiði, kjak og sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur. Tey lesandi hava skyldu, at møta til undirvísingina og luttaka í henni. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • viðgera námsfrøði sum lærugrein. • nýta námsvísindaligar tekstir og ástøði sum hugkveikjan til dagliga námsfrøðiliga arbeiðið. • kritiskt viðgera og tulka námsfrøðligu søguna í Føroyum og tær lógir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað námsfrøðiliga økið.
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga og viðgerð av portfolio. Gjøgnum alt skeiði arbeiða tey lesandi við einum portfolio, samansett av refleksjónsviðgerðum av ymsu evnunum í skeiðinum. Til munnligu framløguna skulu tey lesandi gera eina framløguskrá, ið tekur støði í einum evni, ið samantvinnar eina refleksiónsviðgerð av fýra úrvaldum evnum í portofolio. Framløguskráin skal viðgera hesi evni. Harumframt skulu tey lesandi undir próvtøkuni vænta at svara spurningum, ið snúgva seg um onnur týðandi hugtøk og evni, ið eru viðgjørd á skeiðnum. Greitt verður nærri frá framløguni og krøvum til framløguna á skeiðinum. Hóast lesandi leggja fram í bólkum, kann próvdømingin differentierast. Tey, ið ikki standa royndina, fáa eina avloysingaruppgávu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan tá skeiðið byrjar.