7148.17 - Námsfrøði og didaktikkur II - verkligur partur


Skeiðsnummar
7148.17
Heiti
Námsfrøði og didaktikkur II - verkligur partur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa innlit í almenn didaktisk evni, sum kunnu knýtast at dagliga arbeiðnum í vøggustovu, dagstovni, frítíðarskúla og ungdómshúsi. At tey lesandi skulu gerast tilvitaði um didaktiskar ivaspurningar, ið serliga eru tengdir at arbeiðnum á vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla og ungdómshúsi.. Dentur verður lagdur á, at fáa hin lesandi at fata, hvussu ástøði og praksis eru samantvinnað í lærugreinini.
Innihald
Starvslæran er størsti partur av skeiðnum Námsfrøði og didaktikkur II. Tí er undirvísingin í høvðusheitum, fyrireiking til starvslæruna. Undirvísingin fer at viðgera krøvini til starvslæruna og krøvini til tann lesandi í starvslæruni. • Almenn didaktikk • Námsætlanir • Námsfrøðilig stevnumið • Starvslæran
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, smærri og størri skrivivenjingar. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • leggja eina ætlan til rættis við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan. • grundgeva fyri, hvussu ein ítøkilig tilgongd kann skipast við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan. • seta ástøði í samband við verkligt arbeiði. • nýta didaktikk sum arbeiðsamboð í starvslæruni.
Próvtøkuháttur
Skeiðið í Námsfrøði og didaktikk II endar við eini munnligari próvtøku. Próvtøkuuppgávan verður skrivað við støði í greinunum námsfrøði og didaktikk I og II og skal (1) varpa ljós á tær læruúrtøkur, ið eru orðaðar í skeiðslýsingunum fyri hesar greinar og (2) annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan kann skrivast í bólki. • Ein lesandi 8 blaðsíður • Tvey lesandi 10 blaðsíður • Trý lesandi 12 blaðsíður Próvtøkuuppgávan skal verjast munnliga. Tey, ið ikki standa próvtøkuuppgávuna, skulu lata eina nýggja, ella betraða uppgávu inn síðst í august mánaða 2018. Tann lesandi kann varðveita sama evni og sama spurdóm. Í hesum sambandi hevur tann lesandi rætt til eina vegleiðing.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð