7201.18 - Serøkið I – ástøðiligur partur


Skeiðsnummar
7201.18
Heiti
Serøkið I – ástøðiligur partur
ECTS
10
Fortreytir
at tann lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Á skeiðinum fer tann lesandi at nema sær kunnleika um sernámsfrøðiliga ástøði og sernámsfrøðiliga granskingarøkið, har týðandi og nútíðar ástøði, hugtøk og háttaløg verða viðgjørd. Tann lesandi fær innlit í sernámsfrøðiliga økið og hvørjar arbeiðsuppgávur námsfrøðingurin skal útinna.
Innihald
Evnir, ið vera viðgjørd: • Søguligt baksýni – Sernámsfrøði sum hugtak • Lógarverk og grundleggjandi rættindi • Normalitet og frávik • Diagnosur • Inklusión sum hugtak og stevnumið • Sernámsfrøðilig amboð háttaløg
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi duga at • greiða frá hvat eyðkennir sernámsfrøði sum vísindagrein • greiða frá inklusión sum hugtak og teimum tilgongdum og arbeiðshættum, sum eru knýtt at inklusiónshugtakinum. • meta um hvussu menniskju við serligum avbjóðingum læra og mennast. • meta um hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá einstaka námsfrøðinginum kunnu ávirka lívs-, menningar- og trivnaðarmøguleikar hjá menniskjum við serligar avbjóðingar. • meta um hvønn týdning makt og etikkur hevur í arbeiðinum við útsett og viðkvæm menniskju.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva próvtøkuuppgávu saman í bólkum á 2-3 lesandi. Nærri kunning í serstøkum skjali. Tá mett verður um uppgávuna, verður hugt at: • hvussu tey lesandi megna at svara spurningunum, sum eru knýttir at pensum. • hvussu tey lesandi megna at velja relevant hugtøk úr tekstum í mun til settar spurningar. • hvussu tey lesandi megna at brúka akademiska argumentatión. • um málburður og tekstur er samanhangandi, greiður og hevur skilligan setningsbygna og rætta stavseting. • um tann lesandi nýtir APA tilvísingarskipanina á rættan hátt at vísa á keldur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan