7202.12 - Serøkið II – verkligur partur


Skeiðsnummar
7202.12
Heiti
Serøkið II – verkligur partur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindabreytini, og at tann lesandi hevur staðið fyrsta árið á læraraútbúgvingini
Endamál
Í hesum skeiði fara tey lesandi at nema sær kunnleika um sernámsfrøðiliga arbeiðsøkið. Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu megna at knýta saman ástøði og praksis.
Innihald
Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra og eftirmeting. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • arbeiða verkliga og ástøðiliga á einum stovni. • fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til tær lógir, kunngerðir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri sernámsfrøðiliga økið. • taka atlit til menningarstøðið og fortreytirnar hjá teimum menniskjum, hon/hann varir av. • virka, samstarva og samskifta við starvsfelagar og tey menniskju hon/hann varir av til tess at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu. Uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan verður skrivað í bólki, og hon skal verjast munnliga.
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð