7202.17 - Serøkið II - verkligur partur


Skeiðsnummar
7202.17
Heiti
Serøkið II - verkligur partur
ECTS
15
Fortreytir
at lesandi hevur staðið Serøkið I
Endamál
Á hesum skeiðið fara tey lesandi at nema sær kunnleika um tað sernámsfrøðiliga arbeiðsøki. Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu megna at knýta ástøði við praksis
Innihald
• Granskingartilgongdir til starvslæruøkið hjá tí lesandi. • Fyrireiking til starvslæruna. • Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverkið – námsætlanir. • Arbeiðstilgongdir. • At megna at virka í praksis við støði í tí einkulta menniskjanum. • Eftirmeting
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestur, granskingartilgongdir, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, logbók, vegleiðing, eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • knýta viðkomandi ástøði við tann verkliga partin á einum serstovni. • fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til tær lógir, kunngerðir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað sernámsfrøðiliga øki. • greiða frá og taka atlit til menningarstøðið og fortreytir hjá teimum menniskju hon/hann varir av. • virka, samstarva og samskifta við starvsfelagar og teimum menniskjum hon/hann varir av, við atliti til at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið, skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu. Uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan verður skrivað einsæris ella í bólki á í mesta lagi 3 persónar. Kunnað verður neyvari um tey formligu krøvini til uppgávuna á skeiðinum. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: • Hvussu tey lesandi megna at nýta og viðgera viðkomandi sernámsfrøðilig ástøði, hugtøk og fyribrigdi, tá ið tey svara spurdóminum. • Hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman. • Um tey lesandi megna at skriva ein samanhangandi tekst. • Um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA tilvísingarskipanina.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Ivonna Anna Sigga Johansen