7275.17 - Barna- og ungdómsmentan


Skeiðsnummar
7275.17
Heiti
Barna- og ungdómsmentan
ECTS
5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til námsfrøðingalestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi nema sær vitan um barna- og ungdómsmentan, ymiskar fatanir av børnum og barndómi og hugburðurin til børn og hvussu barndómurin eru broyttur gjøgnum tíðina, barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum, barnsins- og ungdómsins egnu sjónarhorn, barna- og ungdómsgransking, og hvussu lívið hjá ungdóminum verður ávirkað av samfelagsligum og mentanarligum rákum.
Innihald
• Barndómur í søguligum, sosiologiskum og námsfrøðiligum ljósi • Hugtakið barnamentan • Børn og spæl • Spæl, læring og menning • Sjónarhornini hjá børnum og ungum • Hugtakið ungdómur • Lívsstílur hjá ungdómi • Miðlar, mentan og frítíð hjá børnum og ungum • Almennar fyriskipanir fyri børn og ung
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, arbeiðsbólkar, portfolio, einstaklinga- og bólkaframløgur. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • At greiða frá ymiskum fatanum av børnum og barndómi. • Lýsa og meta um hugtakið barnamentan, og hugtøk sum eru knýtt at barnsins egnu mentan. • Lýsa og meta um mentanir hjá børnum og ungum í dag. • Lýsa og meta um nakrar almennar fyriskipanir fyri børn og ung, sum eru galdandi í føroyska samfelagnum. Og duga at meta um, hvønn leiklut námsfrøðingar hava í hesum høpi. • Brúka sína vitan um børn og ungdóm í samfelagsligum ljósi til at skilja mentanir og verumátan hjá børnum og ungdómi betri – og harvið til at skapa eitt betri samskifti við børn og ung á dagsstovnum og øðrum námsfrøðiligum stovnum.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin, sum er tvíbýtt, verður skipað sum ein portfoliopróvtøka við støði í refleksiónsviðgerðum: 1) Við endan av hvørjum undirvísingardegi skulu tey lesandi í bólki á fýra, við støði í kjaki og refleksión, skrivliga viðgera tey evni, sum hava verið á skránni á degnum. 2) Skeiðið endar við munnligari bólkaframløgu, har hvør bólkur, við støði í útvaldum evnum frá refleksiónsviðgerðunum, gera eina framløguskrá, sum er grundarlag undir munnligu próvtøkuni. Harumframt skulu tey lesandi undir próvtøkuni rokna við at skulu svara spurningum, sum snúgva seg um onnur týðandi hugtøk og evni, sum tey hava verið ígjøgnum í skeiðnum. Nærri kunning um portfolio sum lærutilgongd og refleksiónsviðgerð í øðrum skjali. Tey, ið ikki standa próvtøkuna, verða kunnaði um, nær møguleiki verður at fara til endurpróvtøku. Hetta er bæði galdandi fyri eftirmetingarhátt 1 og 2. Hóast próvtøkan fer fram í bólki, verður sjálv próvdømingin mett við støði í arbeiðnum hjá hvørjum einstøkum lesandi.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Paulina Marjun Poulsen