7278.17 - Kreativt námsfrøðiligt arbeiði


Skeiðsnummar
7278.17
Heiti
Kreativt námsfrøðiligt arbeiði
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu nema sær ítøkiligar førleikar og ástøðiligt grundarlag undir kreativum námsfrøðiligum arbeiði. Tey skula nema sær innlit í tann partin av arbeiðsøkinum hjá námsfrøðingum, sum snýr seg um mennandi virksemi fyri ymsu málbólkarnar á námsfrøðiliga økinum.
Innihald
• Ástøði um fantasi, kreativitet, narrativitet, og samspælið í sosialum umhvørvi • Tilfarslæra, amboðslæra og litlæra • Kreativir arbeiðshættir • Ítøkiligt kreativt virksemi sjálvi og saman við børnum / brúkarum • Burðardyggleiki í kreativum høpi • Hvussu kreativar tilgongdir kann vera við til at fremja menningina hjá børnum / brúkarum. Verklig tilgongd saman við børnum/ brúkarum (starvslæra)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir, skrivlig uppgáva, virksemi við børnum / brúkarum (starvslæra), framløgur, vegleiðing og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Kenna og viðgera grundleggjandi ástøði um estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet og skapandi virksemi • Kenna og duga at brúka ymiskt tilfar og amboð, so tey eru før fyri at seta í verk skapandi arbeiði við ymiskum málbólkum. • greina, viðgera og samskifta um, hvussu kreativt virksemi kann stimbra menningina hjá einstaklingum og bólkum. • Vita og taka støðu til hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá tí einstaka námsfrøðinginum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum / brúkarum. • Taka støðu til burðardyggleika í samband við kreativt, námsfrøðiligt arbeiði
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi hava stutta skrivliga frágreiðing (rapport) og munnliga framløgu við dokumentatión frá virksemi saman við børnum / brúkarum. Endurpróvtøka er ein skrivlig uppgáva, verður lýst nærri í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Grundbók: Åberg og Taguchi: Lurtandi pedagogikk. Aðrir tekstir verða lagdir á Moodle.
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali