7499.20 - Heilsa, kroppur og rørsla II
Skeiðsnummar
7499.20
Heiti
Heilsa, kroppur og rørsla II
ECTS
15
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tey lesandi duga at brúka námsætlanir í dagliga virkseminum har dentur verður lagdur á sambandið millum tað kropsliga, sálarliga og sosiala. Harumframt fáa tey bæði verkligan og ástøðiligan kunnleika um, hvussu vit nøkta tørvin á rørslu hjá børnum og ungum við serligum avbjóðingum
Innihald
• Lógir, kunngerðir og námsætlanir
• Menningarætlanir og dagliga virksemi á stovnunum
• Vødda-, venjingar- og rørslulæra við støði í ymiskum spølum
• Motorisk menning - nærumhvørvið
• Kropsliga menningin - heilabúning, nervalag, sansir og sansaskipan
• Sosialisering
• Týdningurin av sálarligu menningini
• Grundleggjandi rørsluførleikar (renna, hoppa, ganga, sveiggja, bólta rút, klatra. O.s.fr.)
• Rørsla og heilsa fyri børn og ung við serligum avbjóðingum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin er verkligar íðkanir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at:
• greina og nýta námsætlanir um rørslu á dagstovnaøkinum.
• ogna sær vitan um kropsliga, sálarligan og sosialan trivna og menning.
• greina hvønn týdning heilsa og rørsla hava í mun til kropsliga, sálarliga og sosiala trivnað.
• nýta ymisk spøl og tey stóru amboðini í fimleika/ítróttarhøll at stuðla upp undir heilsu og sosiala læring.
• leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta venjingar
• leggja til rættis og gjøgnumføra praktist virksemi á stovnum, úti og í svimjihøll.
Próvtøkuháttur
Portfolio og ein munnlig framløga.
Próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal