7558.14 - Børn við serligum avbjóðingum


Skeiðsnummar
7558.14
Heiti
Børn við serligum avbjóðingum
ECTS
5
Endamál
Kenna sambandi millum kropsligt, sálarligt og sosialt virksemi og fáa kunnleika um, hvussu vit nøkta tørvin á rørslu hjá børnum og ungum við serligum avbjóðingum bæði verkliga og ástøðiliga.
Innihald
Innihald • Heilabúning, nervalag, sansir og sansaskipan • Kanning og viðgerð • Inklusión og eksklusión • Hvat er at vera menningartarnaður/rørslutarnaður • Serligir bólkar,s.s. blind,deyv,ADHD,Asberger,epilepsi, vøddasvinn og ryggmergsbrokk • Venjingar, sum menna barnið, ið hevur menningartarn ella motoriskar trupulleikar • Blindaspøl • Spøl/ bóltspøl , ið eru tillagað málbólkin • Spøl, ið eru inkluderandi
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar og filmar. Helvtin er verkligar íðkanir við serligum atliti til innihaldið á skeiðnum. Tey lesandi fáa uppgávur, sum snúgva seg um at kanna motoriska førleikan hjá børnum í skúlabólki. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er , at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærararin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at : • fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta skrá, sum hann hevur fyrireikað til barn/ børn við ávísum serligum avbjóðingum. • nýta venjingar at stuðla upp undir sosiala læring og samstarv • leggja til rættis tiltøk, skeið, ítróttardagar o.a.í mun til málbólkin • kanna og leggja til rættis serligar skráir til málbólkin
Próvtøkuháttur
Ástøðilig parturin er screening og testing av einum skúlabólki saman við eini munnligari eftirmeting. Verkligi parturin verður mettur eftir undirvísingarførleika við børnum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal