7569.18 - Børn og rørsla
Skeiðsnummar
7569.18
Heiti
Børn og rørsla
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tey lesandi duga at brúka námsætlanir sum grundarlag fyri fyrireiking, eftirmeting og skjalprógvan av undirvísingar- og lærugongdum í rørslu
Innihald
• Lógir,kunngerðir og námsætlanir
• Vødda-, venjingar- og rørslulæra
• Fiti – serliga hjá børnum, ið viga ov nógv
• Motoriska umhvørvi á stovnum
• Grundleggjandi rørsluførleikar (renna, hoppa, ganga, sveiggja, bólta rút, klatra. O.s.fr.)
• Frælsur ítróttur - sæð við barnaeygum (lop og køst)
• Amboðsfimleikur (amboðsbreytir og rørslubreytir)
• Smáspøl við bólti
• Byrjanarundirvísing í svimjiháttum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin er verkligar íðkanir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at:
• greiða og greina námsætlanir um rørslu á dagstovnaøkinum og nýta hana í verki
• Greina hvønn týdning heilsa og ítrótt hava í nútíðarsamfelagnum, og taka atlit til hetta á dagstovnaøkinum
• nýta bóltspøl og tey stóru amboðini í fimleika/ítróttarhøll at stuðla upp undir heilsu, sosiala læring og samstarv
• leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og broyta venjingar (tiltøk, skeið, ítróttardagar o.a.) í mun til ein ávísan málbólk
• leggja til rættis og gjøgnumføra undirvísing í byrjanarsvimjing
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Ástøðiligi parturin er ein spurdómsstýrd uppgáva, sum verður nærri lýst í sjálvstøðugum skjali. Verkligi parturin verður mettur eftir undirvísingarførleika við børnum sambært egnari arbeiðsskrá, sum hongur saman við spurdóminum í skrivliga avrikinum.
Uppgávan kann skrivast annaðhvørt í bólki ella einsæris.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal