3104.20 - Varandi orka


Skeiðsnummar
3104.20
Heiti
Varandi orka
ECTS
7,5
Fortreytir
Kunnleiki til grundleggjandi mekanikk og streymrásfrøði.
Endamál
At gera studentin føran fyri at skilja, hvussu orka kann verða framleidd úr varandi orkukeldum
Innihald
Høvuðsdenturin á skeiðnum er orkuframleiðsla úr varandi orkukeldum. Har tað er møguligt, tekur undirvísingin støði í føroyskum viðurskiftum. Skeiðið spennir yvir orkuframleiðslu úr vindi, sól, vatni, aldu og sjóvarfalli, og høvuðshættirnir at framleiða el ella hita úr teimum. Viðvíkjandi elframleiðslu verður hugt at avbjóðingunum við at nýta óstøðugu framleiðsluna frá varandi orkukeldum á elnetinum, umframt goymsluhættir sum vatnpumpuskipan og battarí. Læringin verður stuðlað við greinan av mátingum frá varandi orkukeldum og á framleiðsluevnini hjá ávísum orkuskipanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar, verkætlanarleidd undirvísing og útferðir
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Greiða frá grundarlagnum undir varandi orkurenslinum - Greiða frá, hvussu orka kann útvinnast frá ymiskum varandi orkukeldum - Greiða frá virknaði og endamáli hjá vanligum varandi orkuskipanum - Greina viðkomandi mátingar í Excel - Gera starvsstovumátingar av smærri orkuskipanum - Meta um orkunøgd frá vindmyllum, sólarorkuskipanum og vatnorkuverkum alt eftir veðrinum - Greiða frá kanningarúrslitum á ein nágreiniligan og greiðan hátt - Arbeiða gagnligt og vælskikkað sum partur av einum bólki
Próvtøkuháttur
Prosjektrapport.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Volker Quaschning: Understanding Renewable Energy Systems, Second Edition, 2016 umframt útflýggjað tilfar.
Ábyrgd
Hans-Georg Bayer