3118.20 - Dálking frá orkuframleiðslu


Skeiðsnummar
3118.20
Heiti
Dálking frá orkuframleiðslu
ECTS
7,5
Fortreytir
Støddfrøði 1 og Evnafrøði fyri orkuverkfrøðingar
Endamál
At gera studentin føran fyri at meta kritiskt um umhvørvisárin frá orkuframleiðslu.
Innihald
Endamálið við hesum skeiði er at lýsa dálking í samband við orkuframleiðslu. Skilmarking av dálking. Eiturevnafrøði. Dømi um, hvussu dálking ávirkar menniskju og hagfrøðiliga býtið av ávirkanini (luft-, ljós- og ljóðdálking). Lógarásetingar um luftgóðsku – ES-standardar fyri luftgóðsku, MARPOL (havdálking). Dálking av at brenna fossil brennievni (høvuðsdentur verður lagdur á PM2,5, SOx og NOx). Massabalansuútrokningar av luftdálking og dømi upp á útblástursreinsing – katalytiskt formbroyti við Urea, “scrubbers” og elektriskum filtri. Eftirmeting av teldugjørdum modellum fyri simulatión av luftdálking (Gaussisk spjaðing og vindmodell) OML, ConcX, Calpuff, Airquisit. Eftirmeting av lívsringrás hjá vindmyllum (Visuell ljósblaktran og ljóð).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, sjálvlestur og verkætlanarleidd undirvísing.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: • Kanna umhvørvisligar árinsmetingar av orkuframleiðslu. • Kenna aftur hagfrøðilig amboð at nýta í eiturevnafrøðiligum metingum. • Lýsa ávirkanina av høvuðsdálkingarevnunum frá orkuframleiðslu. • Meta um vísindaligar greinar um dálking frá ymsum orkuframleiðslukeldum. • Rokna út massabalansu frá dálkingarevnum, ið stava frá ymsum orkuframleiðsluháttum. • Meta um dálkingarevni frá massabalansum móti ES-leiðreglum og MARPOL-reglunum. • Rokna út lívsringrásmeting av maskinum, ið verða nýttar til orkuframleiðslu.
Próvtøkuháttur
Studenturin skrivar eina vísindaliga grein um dálking frá orkuframleiðslu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Vísindaligar greinar og framløgur, ES-direktiv, MARPOL-sáttmálin, egið og annað undirvísingartilfar ið verður tøkt á moodle.
Ábyrgd
Uni Egholm Árting