3137.17 - Effektelektronikkur


Skeiðsnummar
3137.17
Heiti
Effektelektronikkur
ECTS
5
Fortreytir
3103 Støddfrøði 1 3122 Stýriverkfrøði
Endamál
At geva studentinum kunnleika til, hvussu elektrisk effekt kann umformast við streymrættararásum.
Innihald
Hálvleiðarar sum kontaktir: Diodur, thyristorar, IGFET og IGBT. Tap í hálvleiðarum Einsrættararásir við diodum og thyristorum. Útglattan við spola og kondensatori. Harmoniskir spenningar og streymar, fourierkoeffisientar. Switch-mode konvertarar uttan galvaniska atskiljing: Buck, boost og buck-boost. DC til AC invertarar, herundir einklir invertarar og PWM Switch-mode konvertarar við galvaniskari atskiljing.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði og uppgávurokning.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin kunna - skilja, hvussu hálvleiðarar virka í effektrásum, - skilja, hvussu induktiónir og kapasitansar verða brúktir í effektrásum, - kenna teir vanligastu mátarnar at broyta effektir: AC/DC, DC/DC og DC/AC. - skilja harmoniskar streymar og vita, hvussu teir kunnu minkast - dimensionera komponentarnar í einklum streymrættararásum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Mohan et al: Power Electronics: Converters, Applications, and Design. 3rd ed.
Ábyrgd
Benadikt Joensen