3144.20 - Bachelorverkætlan í Orkuverkfrøði


Skeiðsnummar
3144.20
Heiti
Bachelorverkætlan í Orkuverkfrøði
ECTS
22,5
Fortreytir
Staðið øll skeið eftir lestrarætlanini.
Endamál
At gera studentin føran fyri at gera eina sjálvstøðuga granskingarverkætlan, sum hevur praktiskar royndir, tekniskar útrokningar og/ella teoretiskar hugleiðingar, og at leggja úrslitini fram, bæði skrivliga í eini verkætlanarfrágreiðing og munnliga í eini framløgu og próvverju.
Innihald
Sjálvstøðugt kanningararbeiði í einum góðkendum evni innan orkuverkfrøði. Ein vegleiðari av Náttúruvísindadeildini verður knýttur at arbeiðinum, og møguliga ein uttanífrá. Ein frágreiðing verður skrivað, sum byggir á úrslitini í kanningarbeiðinum. Í henni eru tekstur, talvur og myndir í hóskandi sniði (forsíða frá NVD, samandráttur á føroyskum og enskum fyri almenningin, innihaldsyvirlit, inngangur um bókmentir á økinum, tilfar og arbeiðshættir, úrslit, umrøða og viðger, niðurstøða, tilvísingar og heimildir, og at enda fylgiskjøl. Studenturin og vegleiðarin avtala málið, sum frágreiðingin verður skrivað á.
Læru- og undirvísingarhættir
Verkætlanarvendur sjálvlestur við einum studenti ella einum bólki við tveimum studentum. Eru tveir studentar, má tað klárt greinast, hvør eigur hvørt íkast. Viðgerð og vegleiðing frá vegleiðara.
Læruúrtøka
Eftir bachelorritgerðina skal studenturin vera førur fyri at - arbeiða sjálvstøðugt við einum nýggjum evni við avmarkaðari vegleiðing - tilrættisleggja, skipa fyri og útinna eitt størri arbeiði innan fyri eitt avmarkað tíðarskeið - finna týðandi upplýsingar og vanda sær um, hvussu tær kunnu nýtast - søkja sær kunnleika um tekniskar ella vísundaligar uppgávuloysnir - endurgeva vísindaástøði, tekniska vitan og úrslit í skriving, í myndum og í munnligari framløgu - skipa arbeiði og úrslit í eina greiða og vælskipaða frágreiðing við hóskandi vísindaligum málburði, próvførslu og sniði.
Próvtøkuháttur
- Meting av verkætlanarfrágreiðing - munnlig framløga og verja av frágreiðingini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen