3166.20 - Evnafrøði fyri orkuverkfrøðingar


Skeiðsnummar
3166.20
Heiti
Evnafrøði fyri orkuverkfrøðingar
ECTS
5
Fortreytir
A-stig í støddfrøði, B-stig í alisfrøði og C-stig í evnafrøði frá miðnámsskúla
Endamál
At geva teimum lesandi kunnleika um evnafrøðiligar meginreglur eins og nýtslu av evnafrøði í nútíðarsamfeløgum.
Innihald
Atom og skeiðbundna skipanin. Kemiskar bindingar, mýlbygnaður og krystallstrukturar. Gass, veska og føst evni. Orka, entropi og evnafrøðiligar reaktiónir. Evnafrøðilig javnvág. Reaktiónskinetikkur og katalýsa. Redoxreaktiónir og elektrokemi. Frystipunktslækking og osmotiskt trýst. Sýru-basu javnvág. Innleiðsla í lívrunna evnafrøði og lívevnafrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið, megnar tann lesandi: o At vísa greiða fatan av uppbygging av skeiðbundnu skipanini eins og periodiskari variatión av eginleikum frumevna. o Greiða frá uppbygging av atomum og mýlum. o Skriva idealgasslógina og greiða frá týdninginum av partialtrýsti. o Allýsa og nýta enthalpi, entropi og fríu orku Gibbs. o Greiða frá mongdarlutfalli og megna at stilla reaktiónslíkningar. o Greiða frá og skilja ímillum bindingarsløg. o Lýsa meginsløgini av lívrunnum samrunum. o Lýsa meginsløgini av lívevnafrøðiligum samrunum (carbohydratir, aminosýrur og fitisýrur). o Rokna út reaktiónsordan og aktiveringarorku fyri evnafrøðiligar tilgongdir eins og greiða frá katalýsu. o Skriva upp javnvágskonstant fyri eina reaktión og rokna út javnvágsamanseting. o Rokna út pH í upploysingum av veikum og sterkum sýrum og basum eins og puffaraskipanum. o Rokna út oxidatiónstrin og stilla redoxreaktiónir.
Próvtøkuháttur
Kravd skrivlig avrik skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Skrivlig 4 tíma próvtøka við fleirvalsuppgávum á undirvísingarpalli hjá DTU (Danmarks Tekniske Universitet), ella blýant og pappír um kunningartøknitrupulleikar gera seg galdandi. Øll hjálparráð loyvd, tó skerd atgongd til alnótina. Skeiðið verður próvdømt á DTU og verður tillagað einhvørja broyting har. Áður eftirmett og góðtikin skrivlig skeiðsavrik kunnu nýtast í samband við endurpróvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Raymond Chang: General Chemistry The Essential Concepts. Nýggjasta útgáva
Ábyrgd
Hóraldur Joensen