3007.13 - Alisfrøði 1


Skeiðsnummar
3007.13
Heiti
Alisfrøði 1
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv við: A støði í Støddfrøði, B støði í Alisfrøði og C støði í Evnafrøði
Endamál
Geva tí lesandi vitan um grundleggjandi lógir og roknihættir í klassiskum mekanikki og hitalæru, so at tann lesandi er førur fyri at loysa einfaldar trupulleikar innan hesi evni.
Innihald
Kinematikkur, rørslur og fleiri dimensiónum, Newton’s lógir, Hooks lóg, varðveitslusetningar, arbeiði og orka, konservativ kreftfelt, snaringar, bitlaskipanir, fastir lutir, sveiggj, gravitatión, temperaturur, kinetisk gassástøði, hitaorka, hitakapasitetur, 1. og 2. høvuðssetningur í hitalæruni.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og sjálvlestur
Læruúrtøka
Eftir at hava tikið skeiði, kann væntast at tann lesandi kann: - Finna kreftir og tekna kraft diagrammir fyri einfaldar mekaniskar skipanir, gjørdar av bitlum ella føstum lutum. - Brúka Newtonsa lógir fyri at finna flytings og snarings rørslur hjá einfaldum mekaniskum skipanum. - Rokna arbeiði og impuls, brúka arbeiðs-orku setningin til einfaldar mekaniskar skipanir. - Orða grundleggjandi varðveitslu av rørslu og snarings momentum umframt mekaniskari orku, og nýta hesi á einfaldar mekaniskar skipanir. - Brúka ideal gass líkningina at finna trýst, temperatur, rúmd, tal av molum og rokna mikroskopiskar eginleikar hjá molekylum - Kenna einfaldar thermodynamiskar prosessir (isochoric, isobaric, isothermal, adiabatic) og rokna arbeiði og hita flutning fyri prosessir samansettar av hesum.
Próvtøkuháttur
5 tíma skriftlig próvtøka, uttan nakað loyvt tilfar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
University Physics with modern physics, Young and Freedman, Pearson, 13th Ed. 2013. or newer.
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen