3104.16 - Varandi orka


Skeiðsnummar
3104.16
Heiti
Varandi orka
ECTS
7,5
Fortreytir
Góður kunnleiki til rokning við kompleksum tølum og grundleggjandi kunnleiki til streymrásfrøði.
Endamál
At gera studentin føran fyri at skilja, hvussu elorka kann verða framleidd úr varandi orkukeldum.
Innihald
Høvuðsdenturin á skeiðnum er elframleiðsla úr varandi orkukeldum. Har tað er møguligt, tekur undirvísingin støðið í føroyskum viðurskiftum. Skeiðið byrjar við greining av einklum javnstreyms- og vendistreymsrásum. Teir mest vanligu partarnir av elorkuskipanum verða umrøddir. Nakrar av avbjóðingunum við at framleiða el úr varandi orkukeldum verða umrøddar. Elframleiðsla við vind-, sólar- og vatnorku verður lýst. Aldu- og sjóvarfallsorka verður umrødd eins og orkugoymsla við vatnpumpuskipan og við battaríum. Læringin verður stuðlað við uppgávum og verkætlanum, har studentarnir greina elframleiðslu við sólar-, vind- og vatnorku. Lýst verður, hvørji fyrilit sum skulu takast, tá íløga verður gjørd í elorkuverk, serliga við atliti til varandi orkukeldur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar og verkætlanarleidd undirvísing.
Læruúrtøka
Tá næmingurin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Lýsa, hvussu elorka verður framleidd úr ymiskum varandi orkukeldum - Lýsa virkihátt hjá og endamál við mest vanligu komponentunum í elorkuskipanum - Greina elektriskar rásir og rokna orkustreym í einklum streymsrásum - Gera grundleggjandi greining av ymiskum mátiseriuum við Matlab - Vísa elorkumátingar í smærri royndarstovuskipanum við varandi orkukeldum - Meta um orkunøgd frá vindmyllum, sólarorkuskipanum og vatnorkuverkum alt eftir veðrinum - Orða og meta um íløguuppskot til elorkuverk við serligum denti á verk við varandi orkukeldum. - Greiða frá kanningarúrslitum á ein nágreiniligan og greiðan hátt - Arbeiða gagnligt og vælskikkað sum partur av einum bólki
Próvtøkuháttur
Próvtal verður grundað á eina samlaða meting av innlatingum, verkætlan og skrivligari próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
G. M. Masters, “Renewable and Efficient Electric Power Systems 2nd Edition,” ISBN: 9781118140628, Wiley-IEEE Press, 2013.
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen