3115.16 - Innleiðandi forritan í Matlab


Skeiðsnummar
3115.16
Heiti
Innleiðandi forritan í Matlab
ECTS
5
Fortreytir
A støði í støddfrøði og kunnleiki til algebra
Endamál
Í hesum skeiði lærir tann lesandi grundleggjandi hugtøk og háttaløg innan forritan, og at gera útrokningar og egin forrit í Matlab. Tann lesandi verður førur fyri at gera smærri vælskipað forrit, royna forrit, arbeiða við ymiskum dátu-formatum og vísa úrslit grafiskt í Matlab.
Innihald
Skeiðið er grundað á venjingar. Gjøgnum venjingarnar lærir tann lesandi almenn forritanar hugtøk og fær víst góðan forritanar sið og háttaløg. Eisini lærir tann lesandi at nýta viðmerkingar sum part av forritanar-handverkinum. Venjingarnar eru grundarlagið fyri einum størri próvtøku prosjekti, ið gongur fyri seg síðsta part av skeiðinum. Í samband við prosjektið verður tann lesandi kunnaður um hvussu grundleggjandi dokumentatión og rapport skriving innan forritan.
Læru- og undirvísingarhættir
Venjingar, bólkaarbeiði , prosjekt uppgávur og innleiðandi fyrilestrar.
Læruúrtøka
Tá næmingurin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Greiða frá grundleggjandi hugtøkum innan forritan - Sniðgeva og gera forrit, ið loysa einfaldar trupulleikar ið hava áhuga innan verkfrøði - Gera brúk av brúkaraflatuni í Matlab - Innlesa data av ymiskum formati - Brúka variablar av ymiskum slagi og gera einfaldar útrokningar - Skipa kodu við nýtslu av scriptum og funktiónum - Skriva vælskipaða, viðmerkta og lesiliga kodu - Gera brúk av funktiónum frá verðandi forritanar-savni - Visualisera data og informatión grafiskt - Skriva eina tekniska rapport
Próvtøkuháttur
Próvdøming av verkætlanar rapport (75%) umframt ávegis innlatingum og royndum (25%). Rapportin verður skriva sjálvstøðugt sum partur av endaligu próvtøku prosjektinum. Forritanar parturin av próvtøku prosjektinum kann gerast í bólki av upp til trimum lesandi.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Stormy Attaway, Matlab: A Practical Introduction to Programming and Problem Solving. 3 edition. Elsevier, 2013 (or newer)
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen