3127.16 - Streymrásfrøði


Skeiðsnummar
3127.16
Heiti
Streymrásfrøði
ECTS
5
Fortreytir
Staðið Innleiðandi elfrøði 3117
Endamál
At gera studentin føran fyri at skilja elektriskar rásir, teir týdningarmestu lutirnar í elrásum og skilja grundleggjandi útrokningar um elorkuflutning.
Innihald
Tíðsvarierandi spenningar og streymar. Stationerir og ikki-stationerir spenningar og streymar. Fasorar og kompleks rokning. 3-fasaðar skipanir. Frekvens-karakteristikkir og filtir. Fourierkoeffisientar fyri ikki-sinusformaðar spenningar og streymar. Fundament og yvirharmoniskir. Lastir, sum skapa yvirharmoniskar. Hálvleiðarakomponentar: diodur og transistorar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar og verkætlanarleidd undirvísing.
Læruúrtøka
Tá næmingurin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Lýsa sambandið millum streym og spenning í L- og C-rásum. Rokna uppá RC- og RL-rásir. - Rokna stationeru AC-loysnina í rásum við R, L og C, herundir seriu- og parallellbindingar. Brúka fasorar og kompleks tøl. - Analýsera blandaðar rásir við R, L og C. - Rokna uppá 3-fasaðar rásir. - Rokna streym, aktiva effekt, reaktiva effekt og sýniseffekt í 1-fasaðum og 3-fasaðum skipanum við sinusformaðum spenningi og streymi. - Rokna streym, aktiva effekt, reaktiva effekt og sýniseffekt í 1-fasaðum og 3-fasaðum skipanum við ikki-sinusformaðum spenningi og streymi. - Duga grundleggandi útrokningar um elorkuflutning, spenningsmiss og orkumiss á elveitingarlinjum - Lýsa diodumodell: tað idella modellið og stykkjavís linjurøtt model. - Lýsa einsrættaraskipanir og duga lutfallið millum AC- og DC-streym. - Lýsa virkiháttin á IGFET og BJT. Brúka stórsignalmodell til transistorrásir.
Próvtøkuháttur
- Skrivligar verkætlanir við munnligari framløgu - Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið-
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Allan R. Hambley: Electrical Engineering, Principles and Applications; 6th edition Supplerandi tilfar: a) T. Wildi: Electrical Machines, Drives, and Power Systems, Ch. 30: Harmonics b) N. Mohan, T.M. Undeland & W.P. Robbins: Power Electronics, Ch. 3.1 & 3.2 c) B. Joensen: Spenningsfall
Ábyrgd
Benadikt Joensen